Finnur Helmsdal hevur sett fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, viðvíkjandi økispsykiatri, og spyr Finnur Helmsdal, um landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur ítøkiligar ætlanir um at fáa økispsykiatriina í Føroyum at virka, sum ætlað? Um so er, hvørjar? Og vil Finnur Helmsdal at enda hava at vita, hvør tíðarætlanin er hesum viðvíkjandi?
Nógv liggur á láni
Í drúgvu viðmerkingunum, sigur Finnur Helmsdal m.a., at nógvar eru ábøturnar á arbeiði innan psykiatriina í Føroyum, sum enn liggja á láni. Og tað skal vera mín vón, at landsstýrismaðurin og onnur ábyrgdarfólk fara at vakna beinanvegin, soleiðis at tey kunnu fara undir at loysa hesar stóru trupulleikar Og mælir Finnur Helmsdal til, at landsstýrismaðurin, so skjótt til ber, fer undir at endurskoða økispsykiatriina. Endurskoðað hesa skipan við tí fyri eyga, at hon skal virka eftir ætlan
? Skal økispsykiatriin virka, er neyðugt, at skipanin fevnir um annað, enn hon ger nú, nevniliga at yvirlækni saman við hjálparfólki fer regluliga út í ávís øki. Tað er neyðugt, at skipanin støðugt hevur fólk á staðnum. Tað vil siga, at vit skulu hava sokallað økispsykiatriskt team úti í nøkrum økjum kring landið. Eitt slíkt team er vanliga mannað við sjúkrasystur, sosialráðgeva og psykologi.
? Men einki forðar fyri, at eisini ergoterapeutar, fysioterapeutar og onnur heilsustarvfólk eru við á liðnum, sigur Finnur Helmsdal
Broyta hugburð
? Undirritaði fer at enda at loyva sær at heita á landsstýrismannin um at taka stig til eitt breitt orðaskifti um viðurskiftini hjá sálarliga sjúkum í Føroyum. Innan tinggátt sum uttanfyri. Hetta fyri at broyta og menna hugburðin hjá øllum føroyingum, tá tað snýr seg um sálarliga sjúku.
? Politikarar og embætisfólk teirra mugu broyta hugburð soleiðis, at tað fer at kennast sum ein sjálvfylgja at játta tað neyðuga. Samfelagið má broyta hugburð soleiðis, at sálarliga sjúk gerast ein sjálvsagdur partur av tilveruni. Við javnbjóðis umstøðum og teimum treytum, sum krevjast.
? Tí loyvi eg mær enn eina ferð at vísa landsstýrismanninum á álitið, sum varð tilevnað 1990/91, og sum ber heitið: Psykiatriætlan ár 2000. Hetta álit verður sostatt skjótt 10 ára gamalt, og tað hevur enn onga politiska viðgerð fingið. Við fáum nútíðargeringum er tað enn nýtiligt sum grundarlag undir einum skikkaðum orðaskifti um málið. Innan- sum uttan fyri tinggáttina, sigur Finnur Helmsdal m.a. í viðmerkingunum til fyrispurningin.