KJ 9,7 milliónir í yvirskoti

2015 hilnaðist bara heilt væl hjá fyritøkuni KJ í Kambsdali. Fyritøkan, ið hevur serkunnleika innan hydraulik og maskintøkni, hevði nevniliga eitt yvirskot á 11,7 milliónir krónur áðrenn skatt í 2015. Eftir skatt var úrslitið 9,7 milliónir krónur. Tað skrivar felagið á teirra Facebook-síðu.


- Felagið fegnast um góðu gongdina í árinum, og við úrslitinum fyri 2015 er felagið væl brynjað til framhaldandi vøkstur og menning í komandi tíðum, skrivar felagið.


Upplýst verður eisini, at eginognin í felagnum er 39 milliónir krónur og at 90 ársverk eru í felagnum.