Kjarnan í føroyska fólkinum valdi ikki loysing!

Tað er beinleiðis ósatt, táð Zackarias Wang og Abraham Mikladal v.fl. áhaldandi royna at siga okkum øðrum, at vit valdu loysingina tann 30 apríl farna. Hetta passar ikki!

Av akademikara og kultiveraða manninum Zacharias Wang hava vit loyvið at krevja meira, enn vit annars krevja av meiniga manninum á gøtuni, og eisini at hann fer reiðiliga og sømiliga um søguligar verunleikar, sum m.a. liggja aftanfyri løgtingsvalið farna. Fjákuta og barnsliga manipoleringin (falsanin) av tølum og úrslitum tæna Zachariasi ikki til heiðurs í so máta.
Abraham Mikladal kenni eg ikki, so av honum kann eg av góðum grundum onki krevja, tá í um søgulig fakta umræður, kanska veit hann ikki betur og er tí fyrigivin.
Nøkur tøl og faktað, sum tala fyri seg sjálvan:
Jenis av Rana fór ikki til val sum tjóðveldismaður ella loysingamaður. Hann fór til val saman við annstøðuni og ikki samgongini. Jenis hevur sagt og sigur framvegis, at tað eru onnur mál, sum fyri hann hava størri týdning enn hetta práti um loysing og samband og kann hann tí verða í øllum samgongum.
At Jenis nú eftir val vinglar ímillum flokkar tænir Jenisi ikki til nakran heiður sum politikkari og munu menn helst vilja verða hann fyri uttan í eini komandi samgongu.
Uttan at snara veruleikanum og seta kikaran fyri blinda eyga, kunnu vit søguliga slága fast at:
Tjóðveldisfólk við 7.229 atkvøðum ella 23,7% vilja hava loysing.
Sambandsfl. við 7.954 ella 26,0% atkvøðum ikki vilja hava "her og nú" loysing.
Vit kunnu herumframt hava í mentu, uttan at gera nøkrum órætt, at stórur partur av teimunm 6.378 atkvøðunum hjá Javnaðarfl. ikki vilja hava "her og nú" loysing og at partur av teimum 6.362 atkvøðunum hjá Fólkafl. heldur ikki vilja hava "her og nú" loysing.
Sjálvstýrisfl. við sínum 1351 atkvøðum hevur ikki havt siðvenju fyri at vilja "her og nú" loysing.
Eftir stendir at:
Tjóðveldisfl. við 23,7% av atkvøðunum við vissu kann sigast at vilja "her og nú" loysing. Hetta er einasti bólkur í føroyska samfelagnum, sum vil "her og nú" loysing.
Sambandfl. við sínum 26 % vil ikki loysing "her og nú"!
Javnaðarfl. við sínum 6.378 atkvøðum vil ikki hava loysing "her og nú"!
Annfinn Kalsberg brýtir við gamla siðvenju og velur at "brúka" stýrisskipanarlógina sum sleggju fyri at tvinga eina ella aðra samgongu ígjøgnum, sum hann heldur er tann besta. Fyri hvønn? kunnu vit spyrja: tí Fólkafl. liggur 1.602 atkvøður aftanfyri Sambandfl. og 877 atkvøður aftanfyri Tjóðveldisfl. og 26 atkvøður aftanfyri Javnaðarfl. Fólkafl. liggur 7.980 atkvøður aftan fyri Javnaðarfl. og Sambandsfl.
Í minsta lagi 14.332 av teimum 30.556 veljararunum vilja hava eina ABC samgongu! Javnaðarfl. og Sambandsfl. við 14.332 atkvøðum vilja hava eina stóra samgongu við Fólkafl. Hetta er komið so sjónliga til sjóndar, at eg ikki her gerið nøkrum órætt við at siga sum er.
Hvat gevur Annfinni Kalsberg rætt til, við 6.352 atkvøðum, at diktera eina nýggja samgongu? Og hvat fyri samgongu? Hvar er fólkaræði og veljarin?
Eidisgaard hevur ferð eftir ferð so rámandi sagt: "skulu føroyingar og veljarin slettis ikki leggja til merkis, at tað hevur verið val?
Framferðin hjá Annfinnni er ókend og lítið dámlig um okkara leiðir. Er tað nýggja stýriskipanarlógin, sum opnar fyri, at ein maður á fjórða plássi og valdur á løgting fyri 4 árum síðani, kann sita 4 ár afturat sum næsthægsti embætismaður uttan meiriluta, so snikka eina nýggja stýrisskipanarlóg saman sum er í tráð við okkara fólkaræði.
Eg havi havt stóra virðing fyri Annfinni, havi tað ivaleyst enn, men lítið væntar í til at støðan broytist.

Annfinn ikki so populerur meira sum løgmansevni!
Kagaði í teldukanning í Dimmu í gjár um popularitetin at verða løgmaður í Føroyum. Annfinn hevur verið suverenur á hesum økið. Nú velja vit ikki løgmann beinleiðis í Føroyum, men áhugavert er tað tó, at fylgja við rákinum kortini.
Her eru sjónligar broytingar hendar tann skeiva vegin fyri Annfinn. Nú liggur løgmaður á 1. plássi við 31%, Jóannis Eidisgaard á 2. plássi við 25%, Lisbeth við 23% og Eyðun Elttør við 21%.