Klaksvíkar kommuna fer í altjóða samstarv um integratión

Klaksvíkar kommuna hevur ætlanir um at søkja limaskap í einum samstarvi, ið eitur Intercultural Cities Programme, ið er eitt samstarv millum fleiri enn 100 kommunur, sum í felag savna upplýsingar, dátur og greiningar innan integratiónspolitikk.

 

Samstarvið hoyrir undir Evroparáðið og limirnar fáa atgongd til alt tilfarið, ið liggur í dátugrunnum, umframt at fáa atgongd til ráðgeving frá altjóða serfrøðingum innan integratión og møguleika at fara kunningarferðir í hesum sambandi.

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur at tey ynskja at royna hetta fyri at fáa meira at vit um integratiónspolitikk aðrastaðni og hvussu tey arbeiða við tí í øðrum kommunum.

 

- Vit arbeiða støðugt við integratión av borgarum hjá okkum, sum koma aðrastaðni frá og við hesum kunnu vit fáa at vita frá øðrum hvørjar teirra avbjóðingar eru, sigur Jógvan Skorheim.

 

Klaksvíkar kommuna verður tann minsta kommunan í hesum samstarvi, men tey hava ein áhuga at fáa Klaksvík uppí og Jógvan Skorheim ivast ikki í, at tey kunnu læra okkurt frá hinum kommunum, sum eru í samstarvinum.

 

Klaksvíkar kommuna ætlar fyrst at verða við í tvey ár sum eina royndartíð og síðan verður samstarvið eftirmett.