Tað var á stóru heiðurskonsertini fyri kenda sjeytiárabólkinum í Klaksvík, Straight Ahead, sum var í Klaksvík í gjárkvøldið, og sum eisini verður í kvøld, at Jørgin Dahl fekk sømdargávuna.
Tað var Karl Johansen, borgarstjóri, sum handaði Jørgini Dahl sømdargávuna frá
Á Heiðirsbrævinum - Listavirðisløn Nólsoyar Páls – stóð:
»Henda viðurkenning og sømdargáva verður latin
Jørgin Dahl
Fyri dygdargóð avrik og ótroyttiliga at bróta upp úr nýggjum við serstøkum tónleiki og tónleikasamstørvum.
Tú hevur við trúfesti ímóti tínum tónleiki skarað framúr, bæði sum sangskrivari, sangari og tónasmiður.
Jørgin er fólkaogn!«
##med2##