Klaksvík skal vera ein fyrimynd hjá øllum Føroyum. Tað ynski setti nývalda forkvinnan í Meginfelag Teirra Brekaðu, Tóra við Keldu fram, nú tað var fallið henni ú lut at halda røðu á Norðoyastevnu.
Hon staðfesti, at í nógvar mátar ger veruleikin føroyingin tvíbýttan. - Vit eru tjóð í tjóðini. Vit kunnu velja, um vit hava grønt ella reytt pass. Merkið veittrar á Mount Everest, men MBF má lata ST skuggafrágreiðing um føroysk viðurskifti inn saman við dønum.
- Onkuntíð eru vit partur av ES, onkuntíð avgjørt uttanfyri. Hugvekjandi er eisini at hoyra føroyingin siga, at føroyskt er ov torført, og mong siga enntá, nógv ímillum danskt er lættari.
- Tað er eisini nevnivert, at tá ið ítróttafólk við breki luttaka í Paraolympisku leikunum, er tað undir Merkinum, og tá ið ítróttafólk, uttan brek, luttaka í olympisku leikunum, sum Pál Joensen hevur gjørt so meistaraliga, verður Merkið sett til viks.
- Arni Vatnhamar hevur veittrað við Merkinum á heimsins hægsta tindi, men Pál er noyddur at svimja undir Dannebrog.
- Hesi dømi eiga at minna okkum á, at vit ongantíð spyrja okkum sjálvi nóg ofta: Hvørji eru vit? Hvat samfelag vilja vit hava? Og ongantíð mugu vit undirmeta, at tað eru vit, sum eiga at avgera hetta.
Men hon nevndi, at føroyingr eru eisini tvíbýttir á øðrum økjum. Ofta býta vit okkum føroyingar tveir bólkar, í øðrum bólkinum eru fólk við breki og í hinum tey sokallaðu “normalu”. - Ikki kenni eg orsøkina, men kann bara vóna, at vit á hesum øki halda fram við at flyta okkum, so hesir bólkarnir smelta saman og gerast ein sterk eind.
- Sum forkvinna í MBF fari eg at koma við einum hjartans ynski og hugskoti til myndugleikarnar á staðnum at gera Klaksvík til eitt fyridømi við atkomumøguleikum fyri øll.
- Hetta er atkoma í víðastu merking: Í skúla, útbúgving, arbeiði, frítíðarlívi, mentanarlívi, samkomulívi og til allar tær tænastur, sum eru sjálvsagdar hjá fólki við vanligum førleika. - At gera Klaksvík til ein bý, har øll hava somu møguleikar uttan mun til førleika, segði Tóra Við Keldu. |