Klárt at kanna løgmann og Kára P. Højgaard

Landsstýrismálanevndin hevur nú einmælt samtykt arbeiðssetningin hjá kanningarstjóranum, sum skal kanna embætisførsluna hjá løgmanni og Kára P. Højgaard

 

- Vit hava havt góðan fund.

 

Tað sigur Sirið Stenberg, forkvinna í landsstýrismálanevndini.

 

Nevndin hevur havt fund í morgun og tá orðaði nevndin arbeiðssetningurin til kanningarstjóran, sum skal kanna embætisførðsluna hjá løgmanni og Kára P. Højgard, fyrrverandi landsstýrismanni, í sambandi við Eysturoyartunnilin.

 

Sirið Stenberg sigur, at landsstýrismálanevndin er samd um arbeiðssetningin.

 

Annars var tann eini limurin í nevndini, Joen Magnus Rasmussen, ímóti at kanningarstjóri varð settur.

 

Men tá ið meirilutin kortini var fyri at set kanningarstjóra, hevur Joen Magnus Rasmussen tikið ta støðu at vera við til at skriva arbeiðssetningin.

 

Forkvinnan í nevndini sigur, at nú arbeiðssetningurin er skrivaður, skal umsitingin í Løgtinginum kanna hann og reinskrivað hann. Síðani hevur hann latin løgtingsformanninum, sum so tilnevnir kanningarstjóran.

 

- Ikki fyrrenn tá er arbeiðssetningurin almennur, sigur Sirið Stenberg.

 

Hinvegin staðfestir hann, at annars er einki nýtt í arbeiðssetninginum.

 

 - Vit eru samd um at kanna alt málið til botns. Tað merkir stutt og greitt, at embætisførðslan hjá løgmanni og Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni, skal kannast til botns.

 

Sirið Stenberg fegnast um, at málið nú er avgreitt í politisku skipanini og at lok sostatt kann leggjast á tað.

 

- Nú verður málið latið upp í hendurnar á einum kanningarstjóra og so kunnu vit í politisku skipanini sleppa málinum og lata tað ganga sína gongd, sigur hon.