Klintrimús í Løkshøll

Nýinnspældi teknifilmurin um Dýrini í Vallbakkaskóginum við føroyskari talu, verður í hesum døgum vístur fyri fullum salum í Havnar bio, nú verður filmurin eisini verður sýndur í Løkshøll í Runavík

 

Í samstarvi við KVF hevur Løkshøll sett sýning á skrá hósdagin 17. oktober kl. 13.00.

 

Vælkenda søgan, sum Thorbjørn Egner hevur skrivað, er frá fyrst í fimmtiárunum men hóskar eisini sera væl til dagsins samfelag við teimum avbjóðingum, sum vit øll noyðast at taka støðu til. Eitt nú at eta grønt og at hugsa øðrvísi. Og við vón um eitt rættvísari samfelag, har øll kunnu liva saman við hvørjum øðrum og ikki av hvørjum øðrum. 

 

Í Vallbakkaskóginum búgva nógv ymisk dýr, bæði stór og smá, við Klintrimús á odda. Hini dýrini eru m.a. tann skilagóði Skógmús-Mortan, bakarameistarin Haru-Per og Bamsu-Pól, sum er hann, ið ræður. Sjálvandi mugu vit ikki gloyma Reva-Mikkjal og Pætur Pinnagrís, sum eisini búgva í skóginum, men teir eru ikki so fittir. 

 

Filmurin er við føroyskari talu og varir 1 tíma og 15 minuttir. Atgongumerki á 70 kr (+ 8 kr avgjald) á loksholl.fo og við dyrnar.