Kloakkin í Geilini skal gerast liðug

- Ætlanin er, at arbeiðið skal byrja fyrst í næstu viku, siga tey í Kvívíkar kommunu

 

- Í summar er ætlanin hjá Kvívíkar kommunu at halda fram við arbeiðnum at gera kloakkina í Kvívík lidna.

 

Tað siga tey í Kvívíkar kommunu. 

 

- Í hesum umfarinum verður farið undir at gera kloakkina lidna í Geilini, og ætlanin er, at arbeiðið skal byrja fyrst í næstu viku.

 

Í Kvívíkar kommunu vita tey ikki við vissu, hvørjar forðingar kunnu vísa seg at fara at vera, meðan arbeiðið verður gjørt.

 

- Tí er eisini trupult at siga, nær arbeiðið verður liðugt. 

 

Í Kvívíkar kommunu vóna tey, at borgararnir bera yvir við, at forðingar verða í økinum, meðan arbeitt verður.

 

##med2##

 

- Væntast kann, at forðingar verða bæði hjá koyrandi og gangandi, verður lagt aftrat.