Klokkutíðirnar fyri HM fjórðingsfinalurnar

Allar fjórðingsfinalurnar verða leiktar í morgin

HM endaspælið í kvinnuhondbólti, sum er í Danmark í hesum døgum fer nú at hall, og í morgin verða tær fýra fjórðingsfinalurnar avgreiddar.

 

Klokkutíðirnar fyri tær fýra fjórðingsfinalurnar eru hesar :


Klokkan 16.45 : Niðurlond-Frakland

Klokkan 17 : Pólland-Russland

Klokkan 19.30 : Noreg-Montenegro

Klokkan 19.45 : Danmark-Rumenia

 

Rumenski stórspælarin, Christina Neagu, sum hevur skotið 551 mál í 132 landsdystum metir Danmark at verða favoritt ímóti Rumenia: - Danmark spælir heima, og tær fáa stuðul frá 12.000 larmandi áskoðarum. Vinstri bakkurin hevur higartil skotið 30 mál í HM endaspælinum, og átti sín stóra lut í, at Rumenia vann 25-22 á brasilsku heimsmeistarunum í áttandapartsfinaluni.