Knívurin bjargaði mær

Sunnumorgunin bóltaði Jens Erik Zachariassen út av vegnum í bili sínum, og høgri armur hansara kom at liggja undir. Við felliknívinum skar hann hol á skjúrtulumman har fartelefonin lá, og soleiðis fekk hann ringt eftir hjálp.
– Eg havi tað so rímiligt, men sjálvandi eri eg eitt sindur eymur aftaná ein bilur hevur staðið á arminum hjá mær, sigur hann

Sunnumorgunin var Jens Erik Zachariassen á veg heim til Sørvágs, eftir at hann hevði verið til dans í Havn.
– Eg var komin úr Sørvági til Havnar í dans. Aftaná koyrdi eg nøkur fólk til húsa, sum búðu niðri undir oyggjarvegnum. Sjálvur skuldi eg til húsa aftaná, og metti tað vera skjótari at koyra eftir oyggj nú eg var á leiðini, heldur enn at koyra um Kaldbak, greiðir Jens Erik Zachariassen frá.

Royndi at leypa úr
Í Mjørkadali valdi Jens Erik at steðga bilinum fyri at rulla sær eina sigarett.
– Eg setti bilin út um strikuna, soleiðis at bilarnir aftanfyri sluppu framvið sum einki, fortelur hann.
Men brádliga skrædnaði undan bilinum, og spakuliga kendi Jens Erik, hvussu bilurin koppaði.
– Eg royndi at bera skjótt at, smekkaði “fýrahjólstrekkið” til og setti bilin í bakkgir, men tað riggaði ikki, tí tá var longu ov seint, sigur Jens Erik.
Tá hetta ikki riggaði royndi Jens Erik so at sleppa sær úr bilinum.
– Tá bilurin var koppaður nokkso langt, loysti eg trygdarbeltið og royndi at sleppa mær út, greiðir Jens Erik Magnussen frá, meðan hann fær sær ein guv av sigarett síni uttanfyri Landssjúkrahúsið í morgun.
Hann fortelur, at alt gekk so skjótt fyri seg og áðrenn hann visti av, lá hann undir stóra bilinum, sum er ein Hyundai Galloper við sjey setrum.
– Tað er longra modellið veitst tú, hann vigar 1900 kg, vísir Jens Erik á.
Jens Erik er ikki heilt greiðir um, hvussu hann endaði undir bilinum.
– Bilurin má vera bóltaður upp um meg, heldur Jens Erik Zachariassen, sum kom at liggja við høgra armi undir øðrum bakhjólinum.

Felliknívurin var hjálpin
Hann metir, at hann má hava ligið fastur undir bilinum í ein hálvan tíma.
– Tá eg føldi, at armurin var fastur, so royndi eg at grava meg leysan. Hetta bar ikki til, og tá eg spakuliga byrjaði at blíva kaldur og illa fyri, so er tað, at eg byrji at hugsa um at fáa hjálp, sigur Jens Erik Zachariassen.
Á Oyggjarvegnum nyttar lítið at rópa um hjálp, tí har verður man neyvan hoyrdur. Jens Erik Zachariassen hevði tó eina fartelefon.
– Men eg slapp ikki til fartelefonina, sum lá í skjúrtulummanum. Í buksilumman slapp eg tó, og har fekk eg fatur í felliknívinum. Við honum skar eg hol á skjúrtulumman, og soleiðis fekk eg telefonina, og fekk ringt eftir hjálp, fortelur Jens Erik Zachariassen.

Tað gekk ikki long tíð, so sá Jens Erik fyrstu bláu ljósini koma blinkandi eftir vegnum.
– Men hesin bilurin fór strúkandi langt framvið har, sum eg lá. Har vóru jú eingin spor á vegnum, ella tekin nakrastaðni um, at her var ein bilur farin út av. So tá næsti bilurin kom, tosaði eg við alarmsentralin og segði teimum, at nú vóru teir á leiðini og skuldu steðga, tí eg lá onkrastaðni niðri undir, sigur Jens Erik og flennir.
Hann greiðir síðani frá, at tað beinanvegin vóru nógv fólk á staðnum og komu honum til hjálpar.

Eitt sindur eymur
Í morgun lá Jens Erik Zachariassen á Landssjúkrahúsinum. Hann hevur tað eftir umstøðunum gott, og letur á ongan hátt illa at.
– Eg havi tað so rímiligt, men sjálvandi eri eg eitt sindur eymur aftaná ein bilur hevur staðið á arminum hjá mær, sigur hann skemtandi. Nakrir nervar í arminum eru toygdir og tað ger, at armurin er púra lamin. Fingrarnar fær tó brúkt, og armurin fer nokk at laga seg, heldur Jens Erik Zachariassen. Eisini annað oyra hevði fingið nakað av skaða, og er hann seymaður har.
– Kortini havi eg verið ótrúliga heppin í óhappinum, ásannar Jens Erik Zachariassen, sum sunnumorgunin eisini mátti ásanna vísdómin í gamla orðafellinum um, at knívleysur maður er lívleysur maður.