Knapt 55.000 fólk búðu í Føroyum á nýggjárinum

Við ársbyrjan búðu 54.981 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 448 fólkum í 2025. Vøksturin svarar til 0,8 prosent. Vøksturin var størri enn í 2024, tá fólkatalið vaks við 0,4 prosentum.

Hagstovan:

 

Fólkatalið nærkast spakuliga 55 túsund. Tað kom annars beint upp um 55 túsund í summar, men minkaði aftur eftir fráflytingina í august og september, tá mong ung fluttu uttanlands. 

 

Fólkavøksturin í 2025 var meir enn tvífalt so stórur sum í 2024. Knapt 450 fólk løgdust aftur at fólkatalinum. Seinast, at fólkavøksturin var um 450 fólk, var í 2023. Nettoflytingin og burðaravlopið fyltu á leið hvør sína helvt av fólkavøkstrinum. 

 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 210 fólk og einari nettoflyting á 238 fólk. Burðaravlopið var um 70 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Tað vóru 642 børn fødd í 2025 — 56 fleiri enn í 2024, tá lutfalsliga fá børn vóru fødd. Nettoflytingin var á leið 175 størri enn í 2024, bæði tí færri fluttu úr Føroyum, og tí fleiri fluttu til Føroya.

 

Aldursbýtið í Føroyum er broytt nógv síðan 1985. Tá hugt verður eftir 20 ára aldursbólkum, so eru teir vorðnir javnari við árunum. Teir yngru aldursbólkarnir fylla lutfalsliga minni av samlaða fólkatalinum, meðan teir eldru aldursbólkarnir fylla lutfalsliga meir. 

 

Størsti aldursbólkurin við ársbyrjan var tann sum eitur 00-19 ár, har 26 prosent av fólkinum er í. Hesin aldursbólkurin hevur øll árini síðan 1985 verið tann størsti. Hann er tó minkaður nógv, tí í 1985 vóru góð 35 prosent av fólkinum í aldursbólkinum. 

 

Aldursbólkurin sum eitur 60-79 ár er vaksin mest hesi árini. Í 1985 vóru 14 prosent av fólkinum millum 60 og 79 ár. Nú eru um 20 prosent í aldursbólkinum. 

 

Miðalaldurin í Føroyum var 40,4 ár tann 1. januar 2026. Hægsti miðalaldurin á 44,1 ár var í Suðuroyar øki, meðan miðalaldurin var lægstur í Eysturoyar øki. Har eru fólk í miðal 38,9 ár. 

 

Síðani 1985 eru góð sjey ár løgd aftur at miðalaldrinum í Føroyum. Hesi árini eru miðalaldurin broyttur mest í Sandoyar øki, har hann er hækkaður við 9,4 árum. 

 

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút

Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

 

Stutt um fólkatølini

Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.

Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.