Knívur á lofti í veitslu í Havn

Ein kvinna stakk ein mann í eini veitslu í Havn sunnumorgunin

Síðani sunnumorgunin hevur løgreglan arbeitt við einum málið um, at knívur var á lofti í eini veitslu í Havn sunnumorgunin. 

Tilburðurin varð fráboðaður løgregluni klokkan 05:47 sunnumorgunin. Fleiri fólk vóru til staðar á einum bústaði, har ein kvinna rendi ein knív gjøgnum handablaðið á einum manni. Hóast knívurin fór ígjøgnum handablaðið, so hevur løgreglan skilt, at skaðin var ikki so stórur.

Fleir fólk eru avhoyrd í málinum, tí fleiri vóru til staðar. Og løgreglan hevur leitað eftir fólki síðani hendingina.

Kvinnan sum stakk meldaði seg sjálva hjá løgregluni sunnukvøldið. Hon var ikki samd við løgregluni, hvussu hendingin var farin fram, men hon er skuldsett fyri kvalifiseraðan harðskap. Umhugsað varð at framseta hana í grundlógaravhoyring, men tað var ikki mett neyðugt. Hon varð tí skuldsett og leyslatin.

Sambært vakthavandi vóru tað fólk, sum vóru kend av løgregluni, sum eru um 30 ára aldur, og bæði rúsevni og rúsdrekka var til staðar í veitsluni.