Komandi sunnudag verða jólatrøini í Hvalbiar sókn tendrað, og her verða jólatrø tendrað á trimum støðum.
Byrjað verður í Nesi sunnudagin klokkan 16.15, síðan í Hvalba klokkan 17 - og at enda í Sandvík klokkan 18.
Eftir at trøini eru tendrað, verða bollar og kakao á øllum trimum støðum - í skúlanum í Nesi, Roynhøllini í Hvalba og í Ranhøll í Sandvík.
- Tvøroyrar Hornorkestur fer at spæla, og jólamenn koma á vitjan, siga tey í Hvalbiar kommunu.










