Koks varðveitti báðar stjørnurnar

Á hátíðarhaldi hjá Michelin Guide í Stavanger í kvøld vóðu virðislønir lætnar matstovum í Norðurlondum.

Johannes Jensen, stjóri, Karin Visth, sommelier, og Pól Andrias Ziska, kokkur, saman við umboð fyri Michelin Guide, tá Koks fekk aðru stjørnuna í 2019

Hesaferð var hátíðarhaldið hjá Michelinn Guide Nordic hildið á netinum uttan áksoðarar. Narkir av stjørnuvinnarunum vóru tó við á tiltakinum í Stavanger.

 

Har vóru nakrar matstovur, sum fingu fystu stjørnu sína, matstovur sum fingið sína aðru, og nakrar, sum fingu tað triðju. Eitt nú Noma og Geranium í Danmark.

 

Koks fekk sína fyrstu Michelin stjørnu í 2018. Í 2019 fekk Koks aðru stjørnuna, sum matstovan hevur megnað at varðveitt tvær ferðir, í 2020 og so aftur í kvøld. Í fjør fekk Koks eisini ta grønu stjørnuna, sum verður latin fyri burðardygga atgongd til gastronomiina. 

 

Listin yvir allar matstovurnar í Norðurlondum, sum hava Michelinstjørnu, sæst her

 

Tiltakið í Stavanger kann síggjast niðanfyri:

 

##med2##

 

Johannes Jensen, stjóri, Karin Visth, sommelier, og Pól Andrias Ziska, kokkur, saman við umboð fyri Michelin Guide, tá Koks fekk aðru stjørnuna í 2019