Kollveltar lagnur eftir einari nátt

Kendi sálarfrøðingurin, Eyðun Joensen, fer at ummæla bókina um Immanuel og Lauru.

 

Páll Kunoy gevur nú út nýggja bók um sluppirnar Immanuel og Lauru, sum gingu burtur somu nátt og í sama ódnarveðri í 1932. Í hesum sambandi verður stórt útgávutiltak á Bókasavninum við Løkin mánakvøldið 25. november klokkan 19.30.

 

- Hetta er ein bók um føroyska skipasøgu, um lokala søgu og um menniskjalagnur, sum vóru kollveltar eftir eini nátt. Tá sluppin Immanuel gekk burtur, fórust 19 menn, harav 11 vóru úr Søldarfirði og onkur av Skipanesi og Gøtu.

 

Við Lauru fórust eisini 19 menn, flestir úr Suðuroy. Allir, sum fórust, vóru ungir menn millum 16 og 35 ár, tó var ein maður 47 ára gamal. Eftir sótu einkjur og faðirleys børn.

 

Vanlukkur, sum hesar, seta síni djúpu spor í tey menniskju og samfeløg, sum verða rakt. Soleiðis var eisini í hesum føri, og mangar eru frágreiðingarnar um, hvussu fólk hava klára seg og hjálpt hvørjum øðrum í teimum sváru umstøðum, sum tey vóru komin í.

 

Á útgávutiltakinum fer høvundurin at greiða frá um bókina, og Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, fer at bera eina heilsan fram. Haraftrat fer kendi sálarfrøðingurin, Eyðun Joensen, at ummæla bókina.

 

Á bókatiltakinum á Bókasavninum við Løkin verður eisini felagssangur, eins og bókasavnið fer at bjóða drekkamunn.

 

- Tiltakið er sjálvsagt ókeypis og øll eru vælkomin, siga tey í Runavík.