Sambært Reuters umhugsar ES at seta kollveltingarhirðuna í Iran á yvirgangslistan.
Hetta sigur uttanríkisleiðarin í ES, Kaja Kallas, við tíðindastovuna.
- Vit umhugsa at seta í verk revsitiltøk móti ávísum einstaklingum í Iran, sum hava framt harðskap móti mótmælisfólkum, sigur hon.
Sambært Kaju Kallas er ætlanin tó ikki at slíta diplomatisku viðurskiftini við Iran.
Iransk trygdarlið hava seinastu vikurnar bart niður mótmælisgongur í landinum, og fleiri túsund fólk eru dripin.
Amerikanski stovnurin, Hrana, segði týsdagin, at í minsta lagi 6.126 fólk eru dripin, men stúrt verður fyri, at talið kann vera nógv størri.











