Í gjár undirskrivaðu borgarstjórin í Sunda kommuna og forkvinnan í Hósvíkar Róðrarfelag eina ætlanaryvirlýsing viðvíkjandi nýggja kappróðrarneystinum, sum ætlanin er at byggja í Hósvík.
Uppskotið til avtalu millum kommunu og felag var fyri á býráðsfundi mánadagin hin 27. oktober og varð einmælt samtykt.
- Avtalan inniber millum annað ætlaðan stuðul, ognarviðurskiftir og annað, siga tey í Sunda kommunu.
Lagt verður aftrat, at arbeiðið hjá róðrarfelagnum at fáa fígging til vega gongur væl.
- Vit fegnast um ætlanina hjá Hósvíkar Róðrarfelag at byggja nýtt kappróðrarneyst, og kommunan sær fram til at verða ein viðspælari at gera verkætlanina til veruleika.
##med2##












