Dyppikonur – og einstakir menn – leypa javnan á sjógv í Sandagerði. Mynd: Halla Nolsøe Poulsen

Kommunan má ávara meira um vandan

Mótstøðuførar bakteriur eru í spillvatninum, ið rennur út í Sandagerð og nógva aðrastaðni,  sum kunnu vera hættisligar.

Dyppikonur – og einstakir menn – leypa javnan á sjógv í Sandagerði. Mynd: Halla Nolsøe Poulsen

Vísindavøka, serblað í Sosialinum 10. september 2025:

 

Mótstøðuførar bakteriur frá kloakkum í Sandagerði: Børn og vaksin, sum svimja í sjónum, kunnu fáa bakteriur í seg, sum heilivágur ikki kann basa. Neyðugt er at kanna viðurskiftini betur og ávara meira um vandan, sigur Anni Djurhuus, granskari á Fróðskaparsetrinum.

 

Sól og summar í Sandagerði. Dyppikonur í sjónum og spælandi børn í ósanum. Hvat kann meira hugaligt og friðsælt vera?

 

Men beint undir vatnskorpuni er ein heilt annar heimur. Har lúra hópin av vandamiklum smáverum, ið hótta heilsuna hjá glaðu børnunum og konunum, ið njóta náttúruna og góða veðrið.

 

Anni Djurhuus, sum er lívfrøðingur og granskari á Fróðskaparsetrinum, veit betri enn nakar, hvat fjalir seg í ósanum og rennur út á sjógv í Sandagerði. Hon hevur í fleiri ár tikið royndir av vatninum og greinað bakteriur, sum hon hevur funnið.

 

- Vatnið í Sandagerði er ógvuliga dálkað. Og har eru ikki bara bakteriur frá skarni, sum vit kunnu fáa ilt í búkin av, men eisini bakteriur, ið eru mótstøðuførar fyri antibiotika, og tær kunnu í ringasta føri vera hættisligar, sigur hon.  

 

Deila ílegur í reinsibrunnum

 

Anni hevur ph.d. í lívfrøði frá Oxford universiteti í Onglandi. Hon flutti heim til Føroya í 2019 og fekk starv sum lektari á Fróðskaparsetrinum.

 

-Eg sá, at vatnið frá kloakkunum fór beint út á sjógv, og helt, at tað kundi vera spennandi hjá teimum lesandi í smáverulívfrøði at taka royndir av og greina, tí tey skulu læra ymisk ástøði um smáverur, og hvussu tær liva. Til tað endamálið eru kloakkviðurskifti eitt sera hóskiligt evni. Tað hendir nógv spennandi millum mongu smáverurnar, tá tær savnast og deila vitan millum sín, serliga viðvíkjandi mótstøðuføri fyri antibiotika, sigur hon.

 

Í Føroyum er eingin spillvatnsstøð, ið reinsar kloakkvatnið. Flestu føroysk húsarhald hava ein rottanga, ið tekur ímóti fasta skarninum, meðan frárensluvatnið fer beinleiðis í kloakkirnar og á sjógv. Nakrir býlingar í Tórshavnar kommunu hava reinsibrunnar, sum eru ein felags rottangi, har skarnið og vatnið frá nógvum húsarhaldum rennur í, áðrenn tað verður skilt hvørt frá øðrum.

 

Anni Djurhuus hevur fingið stuðul frá kommununi til at kanna, hvørjar smáverur eru í tveimum stórum reinsibrunnum á Skansanum og á Argjum. Kanningarnar hava víst, at spillvatnið, ið kemur frá reinsibrunnunum, er meira vandamikið enn tað, ið rennur beint út á sjógv.

 

- Vit sóu, at sera nógvar antibiotika-mótstøðuførar bakteriur og ílegur komu úr reinsibrunnunum. Tá tú blandar skarnið frá nógvum menniskjum og koyrir tað í ein pott, so ger tað akkurát tað øvugta av tí, sum ætlanin er, tí bakteriurnar fáa góðar umstøður at deila ílegur millum sín. Tað, sum kemur út, verður tí meira vandamikið enn tað, sum kom inn, sigur Anni.

 

Sjúkuelvandi bakteriur

 

Anni hevur gjørt kanningar í sjónum og á landi við Skansan og við Sjósavnið á Argjum. Kanningarnar hava staðfest víðfevnda dálking frá kloakkum við heilsuskaðiligum bakterium og ílegum.

 

- Vit hava funnið allar møguligar keðiligar bakteriur, ið kunnu vera sjúkuelvandi, í sjónum og í hyljum niðri í fjøruni, har børn ofta spæla. Børn eru í serliga stórum vanda, tí tey koyra alt møguligt í munnin og hugsa ikki um at vaska hendur.

 

- Men eisini fólk, ið svimja í sjónum, kunnu lættliga fáa sjúkuelvandi bakteriur í seg við at svølgja vatn ella fáa tær í eitt sár. Tað kann gera, at tey fara at spýggja ella fáa leyst lív, men tað kann eisini vera meira álvarsamt, um talan er um mótstøðuførar bakteriur.

 

- Bakteriur, ið eru mótstøðuførar fyri antibiotika, kunnu elva til álvarsligar ígerðarsjúkur hjá menniskjum, tí torført er at tálma tær við heilivági. Í ringasta føri kann tað vera ein ordiliga vandamikil fjølmótstøðufør bakteria, sum mann ikki bara spýr av, sigur Anni. 

 

Í flestu førum er tó talan um sjúkur, ið ikki eru álvarsligar.

 

- Mann skal vera rættiliga óheppin, um tað skal ganga heilt galið, men samstundis hevði eg ikki verið bilsin, um tað ávirkar okkum meira, enn vit halda. Eg føli eisini, at vit hava eitt sindur hug at hava bind fyri eyguni og hugsa, at tað ikki hevur so nógv uppá seg, sigur Anni.

 

Havhestur etur lort

 

Dálking frá kloakkunum sæst javnan við berum eygum sum ein hvítur blettur á sjónum t.d. millum Sjósavnið og bátahylin á Argjum.

 

- Feska vatnið frá kloakkunum er lættari enn saltvatn, og tá tað kemur út í sjógvin, flýtur tað omaná. Tað søkkur ikki, men kemur beint upp og rekur inn á land ella út frá landi, greiðir Anni frá.

 

Tá Anni hevur tikið vatnroyndir í Sandagerði, hevur hon ofta sæð fugl og onnur djór í tí hvíta blettinum við dálkaðum frárensluvatni. Serliga hava tað verið havhestaungar og másafuglur, sum hava ligið og etið úr kloakkvatninum.

 

- Tann vaksni havhesturin kann flúgva og fara aðrastaðir at finna sær føði. Men ungfuglurin svimur bara inni við landi og etur tað, sum har er, og hann er tí í rættiliga stórum vanda fyri dálking frá menniskjum. Og tað er jú serliga havhestaungarnir, sum vit eta.

 

Anni fekk fígging frá Umhvørvismálaráðnum til at kanna havhestin fyri antibiotika-mótstøðuføri í spýggini og afturpartinum. Kanningarnar vístu, at serliga ungfuglurin hevur nógvar mótstøðuførar bakteriur í sær.

 

- Tað átti ikki at borið til at funnið antibiotika-mótstøðuførar bakteriur í einum djóri, ið ongantíð hevur fingið antibiotika. Men fuglurin fær leivdir av antibiotika-mótstøðuførum bakterium niður í seg, tí hann liggur og etur úr kloakkini. Og tá vit veiða havhestin, kunnu vit eisini fáa hesar bakteriur í okkum.

 

 - Hetta vísir okkum, at tað, sum vit koyra út á sjógv, endar ikki bara, heldur ikki um tað er so lítið sum ein bakteria. Vit kunnu ikki fóðra tí villa lívinum, sum eisini er matur hjá okkum, við menniskjalorti, sigur hon.

 

Rákið er avgerandi

 

Rákið í sjónum hevur nógv at siga fyri, hvussu álvarslig dálkingin er, og hvørjar avleiðingarnar av henni eru. Um rákið stendur inn á land, og eitt sindur av aldu er í sjónum, kemur kloakkvatnið upp á land og í hyljar í fjøruni. Um rákið stendur út frá landi, verður dálkaða vatnið tynt av sjónum.

 

- Jú longur vit koma út frá landi, jú minni er til av skaðiligum bakterium í sjónum. Tíbetur er kalt í Føroyum, og rákið er sterkt, so frárensluvatnið verður rættiliga skjótt blandað við sjógvi. Men vit finna skaðiligar bakteriur í royndum, sum eru tiknar hundrað metrar frá landi. Akkurát hvussu langt út tað kemur, serliga um rákið stendur úteftir, veit eg ikki, sigur Anni.

 

Hon vónar at fáa fígging til eisini at gera kanningar longri frá landi.

 

- Eg hevði fegin viljað kanna fisk og onnur djór, sum liva í sjónum, bæði tætt við og langt burtur frá frárenslunum.

 

Ávaringarskeltir mugu upp

 

Tórshavnar kommuna ger regluligar kanningar av dálkingini í millum annað Sandagerði, sum verða kunngjørdar á heimasíðuni hjá kommununi við grønum, reyðum ella gulum fløggum fyri, hvussu dálkað vatnið er.

 

Anni Djurhuus heldur, at kanningarnar áttu at verið gjørdar oftari.  

 

- Tey áttu at kanna dyppivatnið hvønn dag ella annanhvønn dag. Tað veldst um veður og vind, hvønn veg rákið fer, og tað kann broytast skjótt. Um tað regnar illa, flýtur yvir í reinsibrunnunum, og ein rúgva fer út í náttúruna. Er veðrið gott dagin eftir, fara nógv fólk at dyppa. Og tá veðrið er gott, er eisini heitari, og tað ger møguliga tað, at bakteriurnar liva longri, greiðir hon frá.

 

Hon mælir til, at ávaringarskelti verða sett upp í Sandagerði.

 

- Kommunan eigur at seta skelti upp, sum ávara tey vitjandi í Sandagerði um, at vatnið kann vera dálkað, og biðja tey um at kanna seinastu mátingarnar á heimasíðuni hjá kommununi, sigur hon.

 

Um kommunan ikki heldur seg hava ráð ella umstøður at máta frárensluvatnið nóg títt, mælir Anni til, at kanningar verða gjørdar av, hvussu ætt, avfall og rák ávirka dálkingina.

 

- Um vit kunnu fáa meiri vitan um, hvussu veðrið skal vera, fyri at umstøðurnar eru góðar, so kunnu fólk sjálvi fylgja við og gera sær nakrar grundaðar niðurstøður um, nær tað er trygt, sigur Anni.

 

Fylgja ikki ætlanum

 

Sambært kunngerð um spillvatn frá 2009 skal spillvatn ikki leiðast út í áir og fjøru, men út á sjógv, har rákið førir tað frá  landi. Kommunurnar hava ábyrgd av at gera spillvatnsætlanir, ið fáa hesi viðurskifti í rætt lag, men bert fáar kommunur hava enn gjørt slíkar ætlanir.

 

Tórshavnar kommuna hevur nú samtykt eina nýggja spillvatnsætlan og ætlar at seta 60 mió. av yvir fýra ár til at gera neyðug átøk.

 

- Tað er ordiliga gott at hava eina ætlan, men ætlanin hevur ongan týdning, um hon ikki verður fylgd. Tað vóru eisini krøv og freistir í spillvatnskunngerðini, ið kom í gildi fyri 15 árum síðani, men tey vórðu ikki rokkin.

 

- Eg havi rættiliga gott álit á núverandi býráði, sum tykist at vilja raðfesta umhvørvisdálking. Men um nøkur ár eru tað kanska nøkur heilt onnur fólk, ið ráða, sum møguliga hava eina aðra raðfesting. 

 

 

Anni Djurhuus

 

2008 – 2011 Bachelor í lívfrøði á Fróðskaparsetri Føroya

 

2011 – 2012 Master í smáverulívfrøði á Oxford universiteti

 

2012 – 2015 Ph.d. í lívfrøði á Oxford universiteti

 

2015 – 2019 Granskari á University of South Florida

 

2019 – 2024 Adjunktur í lívfrøði á Fróðskaparsetri Føroya

 

2024 – Lektari í lívfrøði á Fróðskaparsetri Føroya

 

Granskingarøki: náttúruverja, veðurlagsbroytingar, lívfrøðiligt margfeldi, eDNA, umhvørvisdálking

 

 

 

 

Dyppikonur – og einstakir menn – leypa javnan á sjógv í Sandagerði. Mynd: Halla Nolsøe Poulsen

Anni Djurhuus, granskari og lektari á Fróðskaparsetrinum, hevur staðfest, at nógvar fjølmótstøðuførar bakteriur eru í frárensluvatninum, ið rennur oman í Sandagerð.

Tann vakri ósin í Sandagerði er fullur av heilsuskaðiligum smáverum.