Kommunan mælir fólki til at súkkla

Saman í ferðsluni í tryggari fjarstøðu: – Nú tað várar, síggja vit fleiri fólk á gøtunum, og súkklurnar eru eisini við at koma til sjóndar.

 

Tað skrivar Tórshavnar kommuna, sum eggjar fólki at súkkla.

 

– Súkklubreytir eru gjørdar á fleiri av høvuðsvegunum í býnum, men framvegis mangla súkklubreytir nógvastaðni. Tað er tí alneyðugt, at bilførarar vísa ábæru ferðsluni og fólki á súkklu serligan ans.

 

Vónandi fara fleiri enn nakrantíð áður at velja súkkluna sum akfar fram um bilin. Vit arbeiða støðugt við ymiskum átøkum at menna ferðslukervið fyri ábæru ferðsluna, herundir eisini at menna kommununa sum súkklubý, so enn fleiri velja súkkluna at ferðast við. Eisini børnini skulu trygt kunna ferðast við súkklu. 

 

Málið er, at súkklukervið verður betri og sjónligari, so tað verður tryggari at súkkla. Á fleiri av høvuðsvegunum í býnum eru súkklubreytir gjørdar, men nógvastaðni mangla tær. Tí er neyðugt á flestu vegunum, at fólk á súkklu og bilar eru saman á vegbreytini. 

 

Alneyðugt er, at bilførarar vísa ábæru ferðsluni og fólki á súkklu serligan ans, eitt nú við at halda hóskandi fjarstøðu tá teir koyra framvið. Kanningar vísa, at ábær ferðandi ofta kenna seg ótrygg, serliga tá ið bilar koyra ov skjótt og ov nær, tá ið teir fara framvið.

 

##med2##

 

Skuldi óhappið hent, har onkur verður árendur av einum bili, er sannlíkt at skaðin er nógv álvarsligari fyri ábæra ferðandi enn føraran í bilinum. Tí liggur serlig ábyrgd á bilførara at ansa eftir ábæru ferðsluni.

 

Uttanlands er vanligt, at ásett er við lóg, at bilar skulu halda 1,5 metur fjarstøðu frá súkklum á vegunum, so ferðslan gerst tryggari. 

 

Ráðið fyri Ferðslutrygd mælir til, at sama fjarstøða verður hildin i Føroyum. Tórshavnar kommuna og Ráðið fyri Ferðslutrygd heita á øll um at ansa væl eftir hvørjum øðrum í ferðsluni.

 

##med3##

 

##med4##