Tað merkir, at Balogun kortini kann spæla móti Belgia í HM-áttandapartsfinaluni.
RBFA vísir á, at reglurnar hjá FIFA greitt siga, at reytt kort gevur sjálvvirkandi leikbann í næsta dysti. Sambært belgiska sambandinum er hetta galdandi í øllum undanfarnum málum undir hesum HM.
Balogun fekk reytt kort fyri at traðka á Tarik Muharemovic úr Bosnia-Hersigovina. Amerikanska legan helt tó uppá, at talan var um eitt óhapp.
Sambært The Athletic hevði USA ikki møguleika at kæra reyða kortið, men FIFA tók málið upp av sínum eintingum. New York Times skrivar harumframt, at amerikanski forsetin, Donald Trump, eftir øllum at døma ringdi til Gianni Infantino og bað hann hyggja nærri at málinum.
Belgiska fótbóltssambandið sigur nú, at tað fer at kanna allar møguleikar fyri at fáa avgerðina nærri kannað.











