Tað hevur ført til eitt sindur av frustratiónum millum vaskifólkunum í miðbýnum, at tey hava fingið hoyringarskriv í sambandi við, at Tórshavnar kommuna hevur ætlanir um at útveita vaskingina.
Men Ingun Eiriksdóttir, kommunuskrivari, sigur, at øll trý fólkini hava fingið bjóðað somu tíðir ella meira í sambandi við skiftið, og onkrar teirra hava tikið av tilboðnum um at flyta yvir í nýggja útveitingarfelagið, Eurest.
- Vit hava lagt stóran dent á, at vaskifólkið kann halda fram í sama starvi, samstundis sum vit hava lagt stóran dent á, at tey fáa minst somu tíðir, sum tey hava havt framman undan, sigur Ingun Eiriksdóttir.
Hon sigur seg annars ikki fáa sagt so nógv annað, tí tey eru í einari hoyringstilgongd.
- Ætlanin er, at Eurest, sum P/F Poul Hansen eigur, skal yvirtaka reingerðina á nýggjárinum, men sum nevnt við somum manning, sigur Ingun Eiriksdóttir.
Reingerðin umfatar eini 15 hús og bygningar í miðbýnum, eitt nú ráðhúsið, býráðssalin, posthúskjallaran, snarskivuna, móttøkuhølini og Sloanshús og Heinesens hús.
- Tað eru góðu royndirnar við útveitingini í gamla BankNordik ið hevur ført til, at vit hava tikið stigið víðari og hava valt at útveitt hesar bygningarnar til eitt reingerðingsfelag, sigur Ingun Eiriksdóttir, kommunuskrivari.