Kommunur kunnu yvirtaka sigling hjá Strandferðsluni

Í fleiri førum er sigling hjá Strandferðsluni ímillum havnir í somu kommunu, vísir landsstýrismaðurin á

Ein máti at bøta tænastuna hjá Strandferðsluni, er at lata kommunur yvirtaka nakrar av rutunum. Tað heldur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum og í fíggjarmálum.

Hann sigur, at landsstýrið er í ferð við at lýsa øll viðurskifti í sambandi við Strandferðsluna og ein partur av hesum er at fáa greiði á, hvussu arbeiðið skal skipast. Í hesum sambandi hava røddir verið frammi um at útveita nakrar av rutunum, ella at gera Strandferðsluna til eitt alment partafelag.

LES MEIRI HER: Privat skulu røkja fleiri rutur hjá Strandferðsluni

Men í hesum sambandi vísir Jørgen Niclasen á, at fleiri av rutunum hjá Strandferðsluni eru ímillum Havnir í somu kommunu. Siglingin upp á Nólsoynna og Hestoynna, er í Tórshavnar Kommunu og sigling upp á Kalsoynna og Svínoynna, er í Klaksvíkar kommunu.

Og hann heldur, at ein møguleiki er at lata kommunurnar yvirtaka siglingina hjá Strandferðsluni til hesi plássini, men so skal tað gerast eftir eini avtalu við Landsstýrið.

Annika Olsen, býráðslimur í Havn, og fyrrverandi borgarstjóri, sigur púra greitt, at tað kemur ikki upp á tal, at kommunurnar skulu yvirtaka nakra sigling hjá Strandferðsluni so leingi, sum skipini eru so gomul og uppslitin, sum talan er um her. Fyrsta treytin fyri at tosa um, at kommunurnar skulu yvirtaka nakrar av rutunum, er sostatt, at Strandferðslan fær nýggj skip, sigur hon.