Føroyskar kommunur bróta lógina hvønn tann einasta dag. So bersøgin er útsøgnin frá føroyska rættindafelagsskapinum Fjølrit, sum umsitur alla avritan og endurgávur av vardum verkum.
Felagsskapurin sigur, at teir síðani 30. august hava heitt á Kommunufelagið um at fáa øll sáttmálaviðurskifti í rættlag, soleiðis, at skúlar, stovnar og einstaklingar í kommununum kunnu avrita, endurgeva og á lógligan hátt nýta tilfar, sum vart er av lógini um Upphavsrætt, millum annað til undirvísing.
- Men til fánýtis. Kommunufelagið hevur ikki svarað, og eingin sáttmáli er gjørdur. Tí ger Fjølrit vart við, at fólkaskúlarnir og kommunalu stovnarnir í Føroyum fremja lógarbrót hvønn einasta dag, skrivar Fjølrit.
Fjølrit vísir á, at um eingin avtala er gjørd við Fjølrit, eigur tann, ið avritar ella endurgevur í hvørjum einstøkum føri at gera eina avtalu um viðurlag við tann, ið eigur rættindini til verkið.
- Um ikki, er talan um beinleiðis lógarbrot, skrivar Fjølrit, sum heitir á kommunurnar um hvør sær at taka í egnan barm.
- Er Kommunufelagið ikki á einum máli um at skriva undir sáttmálan, stendur tað hvørjari einstakari kommunu í boði at gera sáttmáli við Fjølrit. Sami sáttmáli stendur øllum í boði.
Fjølrit umboðar Rithøvundafelag Føroya, Føroysk tónaskøld, Føroysk myndlistafólk, Føroyskir yrkisfotografar, Føroysk bókaforløg og Føroya blaðmannafelag/miðlafólk.
- Loyvt er bara at endurgeva og nýta verk, sum limirnir í hesum feløgum hava skapt, um sáttmáli er gjørdur við Fjølrit, skrivar rættindafelagið.