Trupulleikin við teimum heimleysu fer at vaksa, og tað er umráðandi, at kommunurnar ikki lata eyguni aftur fyri trupulleikanum og vóna, at landsmyndugleikarnir fara at loysa trupulleikan.
Tað heldur Elin Lindenskov, sum er formaður í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð.
Tað er í høvuðsstaðnum, at tey heimleysu úr øllum landinum savnast, tí har er í minsta lagi eitt Herberg at leita sær skjól í á nátt.
- Kommunurnar eiga at taka ábyrgd í málinum um tey heimleysu og ikki bara lata landsmyndugleikarnar hava trupulleikarnar, sigur Elin Lindenskov.
- Besta loysnin er helst, at kommunur og landið í felag royna at betra um umstøðurnar hjá teimum heimleysu.
Ansa eftir ghettoum
Elin Lindenskov kennir seg sannførda um, at trupulleikin við teimum heimleysu fer bara at økjast næstu árini, tí stórt trýst verður lagt á bústaðarviðurskiftini í høvuðsstaðnum í eini komandi oljuvinnu.
- Vit eiga at byggja almennar leiguíbúðir, men lógarverkið fyri slíkar íbúðir manglar, og tað er ein stórur trupulleiki. Her eiga landsmyndugleikarnir at syrgja fyri, at tað finnist ein verulig lóg um leiguíbúðir, heldur Elin Lindenskov.
- Loysnin hjá teimum, sum eru ringast fyri, er kanska eitt heim, men vit eiga at ansa eftir, at vit ikki fáa ghettoir.
Elin Lindenskov sigur, at tað er ongantíð rættiliga staðfest, hvør hevur ábyrgdina av, at fólk hava ein bústað.
Kunnu altíð gera okkurt
Tann heimleysi Martin Eliassen, sum Sosialurin hevði samrøðu við í leygardagsblaðnum, segði seg verða noyddan at flyta til Havnar, hóast hann heldur vildi verða í Klaksvík.
- Tað er trist, at fólk verða noydd at flyta úr teirra heimstaði og til høvuðsstaðin, men soleiðis er gongdin ivaleyst allastaðni, sigur Elin Lindenskov.
Hon er tó ósamd við teimum, sum føra fram, at tað eru landsmyndugleikarnir, sum eiga alla og fulla ábyrgd av teimum heimleysu.
- Tað er altíð okkurt sum kommunurnar gera, um ikki annað so lata stuðul til Herbergið hjá Frelsunarherinum.
Fleiri pengar til Herbergið
Sosiala nevnd hjá Tórshavnar býráð ætlar at viðgera málið um tey heimleysu í næstum.
- Vit fara at hava fundir við Herbergið og Blákrosscaféina fyri at vita, um vit kunnu gera nakað í felag fyri tey heimleysu, sigur Elin Lindenskov, formaður í nevndini.
Hon heldur, at Frelsunarherurin til dømis hevur prógvað, at tað er ein felagsskapur, sum tað kann lítast á, og tí sigur hon seg verða sinnað at umhugsa, um Herbergið hjá Frelsunarherinum ikki kann fáa eina størri játtan næsta ár. Í løtuni letur Tórshavnar kommuna 200.000 krónur til Herbergið.