Komu lort í býin tá ið klokkan varð flutt í nátt

Tríggir mans fáa endurgjaldskrav fyri herverk í Havn

Í nátt var tað, at vit fluttu klokkuna frá vetrartíð til summartíð. Í hesum sambandi varð klokkan flutt ein tíma fram í nátt. So tá ið klokkan varð eitt í nátt, varð hon flutt fram til klokkan tvey.

 

Hetta merkti eisini, at øll, sum vóru í býnum í nátt, mistu ein tíma í veitslulagi. Og tað kom óvart á tríggjar mans, sum ikki høvdu givið sær far um at klokkan flutt ein tíma fram.

 

So tá ið teirra klokka vísti 3.20 í nátt, ætlaðu teir tríggir sær í Havnar Klubba at hugna sær eina løtu. Men í roynd og veru var klokkan 4.20, so Klubbin hevði stongt.

 

Men tað vistu teir, sum sagt ikki av. So tá ið teir skuldu í klubban, var hurðin so trek, at teir fingu hava ikki upp.

 

Men í Klubban vildu teir sleppa, og teir ryktu og skryktu í hurðina fyri at fáa hana upp – við tú úrslitið, at hurðin brotnaði.

 

Tilburðurin varð meldaður til løgregluna. Tey vita hvør tann eini maðurin er, so løgreglan fer at tosa við hann, og so vóna tey at fáa nøvnini á hinum báðum eisini.

 

Men undir øllum umstøðum er eitt endugjaldskrav á veg til teir fyri eina brotna hurð.