Konan segði bums nei

Tað er ikki ofta, at tað hoyrst nakað til konu Sir Alex Ferguson, stjóran í Manchester United. Men í dag veit eingilska blaðið The Independent at siga, at kona hansara, Cathy Ferguson, hevur sagt bums nei til, at Ferguson skuldi fara til útidyst saman við sínum liði.

- Hon bað meg vera heima og hjálpa til at flyta, og at tá ið talan bara var um vinardystir, so var tað óneyðugt, at eg fór út at ferðast, og eg geri, sum hon hevur sagt, sigur Ferguson, sum ikki er so ógvuliga harmur um hetta.

Manchester United spælir í kapping við skotska Dunfermline og írska Glentoran.

- Faktiskt hevur konan bjargað mær úr lítlari knípu. Pápi mín spældi við Glentoran, og Dunfirmline var síðsta liðið, sum eg var í, áðrenn eg flutti til Rangers. Eg havi altíð kent nakað serligt fyri hesum feløgum, og nú sleppi eg frá at spæla ímóti teimum, sigur Ferguson.

Í vikuskiftinum verður farið undir eingilsku landskappingina, og dystirnir hesa ferð eru teir síðstu í fyrireikingunum hjá Manchester United.