Fiskivinna
Sjálvt hjá einum stórum flakavirki, sum Fiskavirking á Tvøroyri er, er tað drúgt, sum kemur frá útróðrarbátunum, tá ið tað viðrar, og útróðurin er hampiliga góður.
Á virkinum arbeiða tey mest kongafisk, svartkalva og upsa, men í seinastuni hevur vignast hampiliga væl hjá bátunum, sum royna við línu og snellu.
Sum skilst á Martini Hentze, góðskuleiðara, hava útróðrarbátarnir fingið nógvan upsa, og onkran dagin hava fleiri bátar fingið yvir 3.000 pund.
Tað hevur eisini gingið væl hjá teimum, sum royna við línu. Besta ?barometrið? í so máta er, at menn eru ikki nøgdir, tá ið veiðan kemur niður á 100 pund á línuna.
Tá ið vit frættu av Tvøroyri fríggjamorgunin, lá ein útróðrarbátur og avreiddi; teir høvdu verið við línu á vestara kanti á Munkagrunninum og veiðan vá umleið 2.000 pund.
Trolarar, línubát-
ar og garnaskip
Tveir djúpvatnstrolarar hava landað á Tvøroyri í vikuni, Rankin og Niels Pauli. Rakin hevði einar 1200 kassar, harav meginparturin av veiðini var kongafiskur og upsi. Hinvegin var ein stórur partur av veiðini hjá NielsPaula svartkalvi.
Tvey onnur skip hava eisini landað á Tvøroyri í vikuni; Hoyvíkingur var við línufiski og Ólavur Hvíti, sum er á garnaveiði, hevði eini 40.000 pund av svartkalva.
Hvussu nógv Niels Pauli og Hoyvíkingur høvdu hendan túrin, hevði Martin Hentze ikki heft seg við.
Aftrat veiðini, sum løgd er uppá land á Tvøroyri hesa vikuna, hevur Fiskavirking á Tvøroyri eisini keypt eini 20.000 pund av svartkalva á uppboðssølu. Hetta var fiskur, sum garnaskipið, Oknin, landaði á Toftum.