Kongligi róparin lumpaði øll

Allur fjølmiðlaheimurin stóð spentur og bíðaði eftir boðunum um nýborna bretska barnið, tá litríki róparin kunngjørdi, at prinsurin var komin.

Bretar eru kendir fyri sínar gomlu siðir, so eingin ivaðist í, at 76 ára gamla róparin var settur av kongshúsinum, tá hann í gomlum og siðbundnum búna við fjaðraprýddum hatti og klingandi bjøllu boðaði, at komandi kongur í Bretlandi var føddur.

Nú viðgongur Tony Appleton, at hetta var skemt, og at hann gjørdi tað av sínum eintingum.

- Eg eri royalistur og elski kongshúsið. Hetta gjørdi eg óbiðin, sigur hann við Associated Press sambært norska blaðnum VG.

Tony Appleton arbeiðir sum rópari í Romford og Bury St. Edmunds uttan fyri London.

Appleton greiðir frá, at hann starvast ikki fyri Buckingham Palace. Men higartil hevur eingin í kongshúsinum víst misnøgd við framførslu hansara.

Tað er ikki fyrstu ferð, Appleton hevur látist at vera rópari fyri enska kongshúsið, siga útlendsk bløð. People.com skrivar, at hetta gjørdi hann eisini í sambandi við brúdleypið hjá Kate og William fyri tveimum árum síðan.

- Nú eri eg kendari enn nakrantíð fyrr. Eg vænti mær bræv frá William og Kate, sigur Appleton.

Sí livandi myndirnar niðanfyri.

(Foto: Lefteris Pitarakis/AP)