1. juni
Ivasamt er, um Christian Høgni Jacobsen verður klárur til landsdystin móti Sveis, men annars tykjast allir leikarar vera tøkir til uppgávuna.
2. juini
Hóast teir eru favorittar, so er Stephané Henchoz hjá Sveis sannførdur um, at talan verður um ein truplan dysti móti Føroyum.
6. juni
Johan Danilsen, sum annars hevur vart málið hjá StÍF, fer komandi árið at spæla við Kyndli.
Føroyar tapa tepurt fyri Sveis, tá Alexander Frei í 81. minutti skjýtur einasta málið í dystinum á Svangaskarði.
7. juni
HSF boðar frá, at komandi árið verða eingir altjóða dystir á skránni á A-landsliðnum. Fíggjarliga takið er ov stórt, til at hetta kann gerast á hvørjum ári.ð.
8. juni
Føroyska landsliðið tykist tungt, tá teir spæla ímóti Jugoslavia, og úrslitið er ein lemjandi 6-0 ósigur. Eftir dystin heldur Allan Simonsen, at avrikið móti Sveis framvegis sat í beinunum.
9. juni
Ivasamt er, um Todi Jónsson verður tøkur til stórdystin móti Brøndby. Vøddaskaðin í lærinum argar framvegis.
Talvkongurin, Gary Kasparov kemur til Føroya, og uttan iva er hetta størsta navn, sum nakran tíð hevur vitjað um okkara leiðir.
12. juni
Hóast hann bergtekur øll á føroyaferð síni, so verður Kasparov tó við undirlutan, tá 17 ára gamli Hans Kristian Simonsen úr Kollafirði er hin einasti, sum fær kongin at leggja kongin í simultankappingi, sum Kasparov var partur av.
Todi Jónsson er danskur meistari. Hóast hann ikki er á vøllinum, tá FCK tryggjar sær gullið við at vinna á Brøndby, so verður Todi mettur sum ein hin týdningarmesti leikarin á liðnum. Eisini sambært gitna enska venjaranum, Roy Hodgson. Samstundis er greitt, at Herfølge er liðugt í donsku superliguni.
Í heimligu kappingini heldur GÍ áfram við sigursgongd sínari.
13. juni
Eftir norðoystevnuna er kappróðarfepurin av álvara farin at herja í Klaksvík. Nevið Reyða, Fíopan Fagra og Páll Fangi vinna øll sínar róðrar.
Í Danmark er hátíðarhald á Rådhuspladsen, har leikararnir hjá FCK verða fagnaðir.
14. juni
Todi Jónsson greiðir í drúgvari samrøðu frá, hví júst árið í ár gjørdist so gott hjá FCK.
15. juni
FCK staðfestir meistaraheitið, tá teir eisini vinna seinasta dystin á árinum á útivølli móti OB.
TV3 sjónvarpsverturin, Jakob Kjledbjerg, greiðir í samrøðu frá, hvussu yrkisleiðin hevur flutt seg úr fótbóltinum til sjónvarpið.
16. juni
Julian Johnsson hevur gjørt sáttmála við Hull í fjórðbestu ensku deildini. Sáttmálin tekur við 4. juli.
Meðan flestu feløgini gera klárt til enn eitt umfar í landskappingini, rigga toftamenn grasvøllin á Svangaskarði til. Belgiska Lokeren er mótstøðuliðið í Inter-Toto kappingini.
19. juni
B68 javnar í fyrra hálvleiki til 2-2, men at enda fer luftin úr heimaliðnum, og Lokeren vinnur Inter-Toto dystin á Svangaskarði 4-2.
B36 tykist hava fingið ferð á, og vinna 5-0 á KÍ, men GÍ er framvegis á odda eftir sjeynda sigurin á rað. Hesaferð móti NSÍ. Annars er rok í HB, har Uni Arge ikki var á liðnum, tá teir spældu útidyst móti EB/Streymi.
Jákup Mikkelsen loysir frá posabandinum, og sigur seg vera illa viðfarnan í Herfølge, har hann nú gevst at spæla.
20. juni
Ein uppgerð tykist vera ávegis í kreppurakta KÍ. Starvsnevndin og fótbóltsnevndin eru ósamd um fleiri viðurskifti, og úrslitið er, at fótbóltsnevndin leggur arbeiðið niður.
21. juni
Í stórari samrøðu sigur Johan Byrial Hansen, at hóast hann er uppvaksin í Danmark, so kennir hann seg sum føroying, og at hann er errin av at vera á føroyska landsliðnum.
22. juni
ÍSB fær 80.000 kr. frá stuðlafelagnu,
Í Gøtu hava teir lagt seinastu hond á nýggja graslíkisvøllin, og nú verður farið í gongd við at leggja vøll á í Klaksvík og í Runavík.
Venjarin hjá donsku meistarunum, Roy Hodgson, ætlar sær til Udinese at gearst venjari.
KÍ og ÍF skulu spæla steypafinaluna hjá unglingum. Dysturin skal spælast á Tórsvølli.
23. juni
Stóri dysturin um vikuskiftið verður í Havn, har grannarnir bresta saman. Spenningurin gerst ikki minni av, at Uni Arge nú aftur hevur játtað at spæla við HB.
Bjarni Wardum hevur gjørt av, at hann fer at spæla við H71 komandi kappingarárið.
26. juni
Í seinnu royndini eydnast B68 at fáa stig í Inter-Toto cup, tá utidysturin móti Lokerern endar við málleysum javnleiki.
B36 vinnur slagið um høvuðsstaðin, og minkar munin upp til GÍ í tvey stig, men gøtumenn hava ein dyst til góðar.
Manslandsliðið í flogbólti til komandi Oyggjaleikir er nú úttikið.
Jákup Mikkelsen hevur enn ikki gjørt av, hvar fótbóltsframtíð hansara liggur.
27. juni
Mest sum allir vinnararnir eru teir somu sum á norðoystevnu, tá jóansøkan er á skránni. Bert í 6-mannaførum fyri menn er nýggjur vinnari at síggja.
Martin Venned úr Klaksvík heldur, at talið av FM-róðrum er alt ov lítið.
Í 2. deild í fótbólti er HB nú á odda. Skála er einasta liðið í oddinum, sum kann flyta upp.
28. juni
Tað er nú greitt, at FCK missir bæði venjara og málverja. Roy Hodgson fer til Udinese og Thomas Myhre er ikki sinnaður at halda fram í felagnum.
29. juni
Hjalgrím Elttør er stóra hetjan, tá hann skjýtur fimm mál í steypafinaluni hjá unglingu, KÍ vinnur dystin 7-2.
GÍ vinnur útsetta dystin móti B68, og hevur framvegis fult stigatal eftir átta umfør.
30. juni
Fótbóltsskúlin hjá FSF er húsvillur í høvuðsstaðnum, har hvørki HB ella B36 hava umstøður at leggja hús til, ta vikuskiftið sum skúlin er á skránni.