Konsert við íslendsku BRÍET

"Ein rísandi heimsstjørna". Soleiðis lýsa fyrireikararnir íslendsku Bríet, sum kemur til Føroya at framføra í vikuskiftinum bæði í Töting og í Sirkus.

Stigtakararnir úr Tónleikasamtakinum Grót siga soleiðis um Bríet:

 

Bríet er ein prísvinnandi íslendskur tónleikari, hon er eitt nú kend fyri sangirnar Esjan, Feimin(n) og Rólegur kúreki. Hon spælir sjálv fleiri ljóðføri, og skrivar og framførir sínar egnu sangir. Men henni dámar eisini væl at samstarva við aðrar tónleikarar t.d. Bubba Mortens og Ásgeir Trausta.

 

Bríet er sera visuel og listarlig í sínum framførslum og úttrykki, sum sæst aftur í listarligu valunum hon ger, sum aftur endurspegla seg í hennara sjónbandaløgum, listarligu stuttfilmum og framførslum, sum hon sjálv leggur til rættis og leikstjórnar. Harumframt er Bríet ein framúrskarandi sjónleikari, og so málar hon eisini. Tað mesta av hennara tónleiki er skaptur saman við Pálma Ragnari Ásgeirssyni, sum eisini skrivar tónleik og er framleiðari. Bríet og Pálmi hava arbeitt saman í nógv ár.

 

Útgávan Kveðja, Bríet vann Íslendsku tónlistavirðislønina sum Ársins útgáva í 2021, umframt at Bríet somuleiðis varð kosin ársins sangari og ársins sangskrivari tað árið. Tónleikurin hjá Bríet hevur vunnið seg nógv fram í Íslandi og uttanlands. Hon hevur skrivað tónleik og framført, síðan hon var tannáringur, og hon heldur fram við at rannsaka nýggjar listarligar kenslur við at skapa, og byrjar nú ein nýggjan kapittul í sínum tónleikara lívi á altjóða pallinum.

 

Konsertin er komin í lag í samstarvi við Listastovuna í Miðvági, ið hevur fingið Bríet til Føroya og Sirkus.

 

Bríet spælir í Sirkus í Havn klokkan 20. sunnukvøldið 27. november.

 

##med2##

 

Marianna Winter

Marianna Winter framførir eisini í Töting 26. november. Við sær á pall hevur hon nakrar av Føroya bestu tónleikarum. Tey fara at framføra løg av hennara heildarútgávur 'Sorry, I'm a Libra' afturat spildurnýggjum tilfari.

 

Stigtakararnir úr Tónleikasamtakinum Grót siga soleiðis um hana:

 

Marianna Winter er eitt av teimum heilt spennandi nøvnunum í føroyskum tónleiki. Hon hevur eina heita, djassuta soulrødd, sum bæði er sterk, viðkvom og dragandi – ofta alt í senn – men røddin er bert er toppurin av musikalska ísfjallinum.

 

Marianna skrivar fangandi poppløg við modernaðari nostalgi, sjálvstilvitaðum humori og sálargranskandi tekstum, sum fanga tíðarandan og umskapa hann til nútímans tónlist. Tað eru sjáldsamir eginleikar, ið tala beinleiðis til ungdómin og óbeinleiðis til tey tilkomnu.

 

Sjálv hevur Hoyvíksdaman familjubond bæði eystur og vestur, til Japan og California, og tónleikurin er líka altjóðaligur og samansettur sum hennara upphav, sum samspælir meistarliga við nordiska sorgblídni í føroysku fólkasálini.

 

– Hon er lo-fi drotningin, hon er Z-ættarliðið, hon sparkar reyv, og hon er komin fyri at verða, siga stigtakararnir.

 

Atgongumerki fáast her: https://www.atgongumerki.fo/.../briet-og-marianna-winther...