Tað svíður hart hjá fótbóltsøru tjóðini, Argentina, at Spania uppiborið vann HM-finaluna 1-0.
Hjá 39 ára gamla Lionel Messi, ið helst hevur spælt sítt seinasta HM-endaspæl svíður tað eisini hart: - Tað fer at taka drúgva tíð áðrenn hetta sárið grøðir. Men eg virðismeti eisini vøkru løturnar. Ikki minst teir dystirnar, har vit góvu alt vit høvdu í okkum. Tað eru løturnar, ið altíð fara at vera í huga okkara. Stuðulin frá einum sameindum landi fyri okkara harða stríði førdi okkum aftur til heimselituna. Tað er torført at skilja til fulnar hetta avrikið, men hesin hópurin rakk HM-finaluni aðru ferð á rað. Eg takki hjartaliga fyri øll góðynskir og boð. Enn einaferð eydnaðist tað okkum at savna tjóðina, og vit standa saman. Vit eru øll errin av at vera argentinarar. Eg fari at ynska Spania tillukku við at heimsmeistaraheitið. Skrivar Lionel Messi á Instagram.
Við Argentina hevur Messi vunnið HM-gull í 2022, Copa America í 2021 og 2024, olympiskt gull í 2008, U20 HM-gull í 2005, og Finallisima í 2022 (dysturin móti EM-vinnaranum, Italia).
Í 2014 og 2026 vann Messi HM-silvur, og í 2007, 2015 og 2016 vann hann silvur í Copa America.
Hartil koma mongu heitini hann hevur vunnið við FC Barcelona, Paris Saint Germain og Inter Miami.
Messi hevur vunnið Ballon D´or á átta sinnum. Seinast í 2023.
Summarið 2028 verður Copa America aftur á skránni. Tá fyllir Messi 41 ár. Til komandi HM-endaspælið í 2030 verður Messi 43 ár, so hetta var helst seinasta HM-endaspælið hjá honum.











