Í morgin og leygarkvøldið fer Kim Hansen á pall saman við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum.
-Tað er sanniliga ein heiður, og ikki minst ein dreymur, at sleppa at spæla saman við Føroya Symfoniorkestri, segði Kim við Sosialin.
-Hetta er flott. Kim fremst við stórum flygli, tónleikabólkur, kórsangarar og Føroya Symfoniorkestur, sigur Hans Petur í Brekkunum.
Pláss eftir fríggjakvøldið
-Hetta er eisini sermerkt við tað, at hetta er fyrsta konsertin hjá nýggja dirigentinum, Catherine Larsen-Maguire, ið tekir við, nú Bernhardur Wilkinson hevur lagt frá sær, sigur Hans Petur í Brekknum, ið minnir á, at útselt er til leygarkvøldið, men at nøkur atgongumerki eru eftir til konsertina fríggjakvøldið, segði Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri við Sosialin.
-Kim hevur altíð samstarvað við øll møgulig, og tað ger hesa konsertina sermerkta, sigur Hans Petur í Brekkunum, ið fegnast um, at nøkur av teimum, ið Kim Hansen hevur samstarvað við, koma við á pall sum gestir.
-Jens Marni Hansen kemur at syngja «Lukkan er ei gullið». Kem Poulsen, ið var skyldmaður mín eigur orðini. M.C. Restorff keur at syngja «Meistarans Hond». Ein sangur, ið sá dagsins ljós, áðrenn eg gjørdi, sigur Kim skemtandi.
-Lena Andersen kemur at syngja «The Lark», ið er av hennara seinastu útgávu, sigur Kim Hansen.











