USA økir um humaniteru hjálpina til Kuba

Samstundis, sum USA økir um humaniteru hjálpina, herðir Washington stongsulin fyri brennievni til landið, har trotið á brennievni er stórt

Tað er ikki alt, ið er so lætt at skilja.

 

Samstundis, sum USA roynir at forða fyri, at Kuba fær brennievni, veitir USA landinum seks milliónir dollarar aftrat í humaniterari hjálp til fólkið í landinum.

Hetta vita keldur í amerikanska uttanríkisráðnum at siga í dag.

 

Soleiðis økir USA um humaniteru hjálpina - eftir herviligu melduródnina, Melissa, í fjør heyst - samstundis sum landið roynir at forða fyri, at Kuba fær brennievni við teirri avleiðing, at stórt trot er á brennievni á karibisku oynni.

 

Keldan í USA, sum veit um amerikansku hjálpina at siga, Jeremy Lewin, hevur á tíðindafundi sagt, at nýggja játtanin til Kuba merkir, at USA nú hevur veitt kubanska fólkinum tilsamans níggju milliónir dollarar í humaniterari hjálp.

 

Hetta skrivar tíðindastovan NTB í kvøld.