Koranbrenningin avlýst

Tann ætlaða koranbrenningin í amerikanska statinum Florida leygardagin er avlýst. Tað hevur fyriskiparin, presturin Terry Jones, kunngjørt á tíðindafundi í kvøld. Ætlan hansara var at brenna halgubók hjá muslimunum, koranina, á níggju ára degnum fyri yvirgangsatsóknina at New York tann 11. septermber í 2001.

Terry Jones segði í kvøld, at tann muslimski kirkjuleiðarin í New York er gingin við til at byggja ta ætlaðu moskuna á einum øðrum staði enn tí uppårunaliga staðnum, sum er tætt við Ground Zero, har World Trade Center stóð.

-Imamurin er gingin við til at flyta moskuna, og vit hava gjørt av at avlýsa okkara tiltak, segði Terry Jones.