Teir evropisku bilaframleiðararnir ræddust fyrst japanska bilaídnaðin.
Japanarar førdu seg fram í Evropa fyri 30 árum síðani við bilum, sum vóru bíligari enn tey etableraðu evropisku merkini.
Ikki nóg mikið við tí. Japansku bilarnir vóru eisini rakstrarbetir og frægari útgjørdir enn teir evropisku.
Japanar hava varðveitt tað góða orðið, men ikki fyrr enn teir evropisku bilaframleiðararnir tóku hóttanina í álvara ? og framleiddu kappingarførar bilar, varð streymurin av japanskum bilum á evropiska marknaðin bremsaður.
Á felagsevropiskum plani hava innflutningsavmarkingar eisini gjørt sítt til at steðga innflutningin av japonskum bilum ? serliga fyri at verja bilaídnaðin í suðurevropisku londunum.
Koreanar hótta japanar og evropar
Men nú hóttir aftur ein gulur vandi ? í øllum førum sæð við evropiskum bilaframleiðaraeygum.
Tann koreanski bilaídnaðurin trumlar fram við bilum, sum eru bíligari enn bæði evropskir og japanskir kappingarneytar.
Har tað fyrr var talan um kopi av japanskum bilum, hava kioreanar nú víst, at teir megna at menna bilasnið, sum á flestu økjum standa seg á evropiska og amerikanska marknaðinum.
Røkka málinum um
3 mió bilar ár 2000
Hyggja vit eftir menningini er neyvan ivi um, at endamálið hjá koreanarunum hevur verið realistiskt ? eisini globalt sæð.
Í 1992 vóru framleiðslutølini 1.729.696 bilar (persónbilar, lastbilar og bussar)
Í 1997 var talið 2.894.616.
Projekt X-5 hjá Korea loypti hvøkk á tann evropiska bilaframleiðslufelagsskapin, ACEA, í 1993.
Koreananna mál var innan ár 2000 at hava skapt:
? Framleiðslumøguleikar til fýra milliónir bilar um árið
? Eina ársfreamleiðslu upp á tríggjar mnilliónir persónbilar, lastbilar og bussar eins og
? Ein heimamarknað upp á tvær milliónir bilar og
? Ein útflutning upp á 1.2 milliónir.
Eftir metingum hjá ACEA fyri fimm árum síðani vildi hetta merkt 360.000 koreabilar í Evropa innan ár 2000 - tað vil aftur siga 40.000 um mánaðin. So endaúrslitið verður helst við árskiftið 400.000 bilar.
Helst á 12. plássi
Dreymurin um eitt fimtapláss á heimslistanum náa teir kortini ikki. Men eftir at Hyundai keypti Kia, kunnu teir kanska náa einum 12. plássi.
Eitt er tó vist: Koreanararnir drøna fram við tí rúkandi ferð. Tó ávirkaðir av einum skrædlið á heimamarknaðinum ? tí størsta búskaparliga skrædlinum í 45 ár.