Korona: Fleiri túsund viðgerðir vórðu útsettar

Sjúkrahúsini hava spent seg út fyri at hálað alt inn aftur – og tað hevur eydnast

Síðani korona fór at ganga, hevur tað havt stórar avleiðingar fyri allar møguligar aðrar sjúklingar, tí teirra viðgerðir hava verið útsettar. Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur nú spurt Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, hvussu støðan í roynd og eru, er. Landsstýrismaðurin sigur, at tað er ilt at siga akkurát, hvussu nógvir sjúklingar hava verið noyddir at bíða eftir kanningum og viðgerðum í sambandi við koronu. Men hann sigur, at tað var serliga í vár, at viðgerðir vórðu útsettir, tí síðani tað fyrsta herðindi av koronu var av seint í vár, er lítið og einki av viðgerðum og kanningum útsett.

Fyrr í ár mett sjúkrahúsverkið, at talið á ambulantum virksemið var einar 6.000 kanningar og viðgerðir færri enn tað var í 2019 Hetta merkir ikki, at tað vóru 6.000 sjúklingar, sum vórðu ávirkaðir, tí nógvir sjúklingar ganga aftur í fleiri kanningum og viðgerðum.

Men annars eru tað serliga hjá sjúklingum, sum skuldu til planlagdar skurðviðgerðir, ella til fysioterapi og ergoterapi, at viðgerðirnar vórðu útsettar. Medisinska økið, og tað psykiatriska økið varð ikki rakt líka hart rakt, og ein orsøk var, at tað vóru nógvar telefonviðtalur hesa tíðina.

Talið á planløgdum skurðviðgerðum var 35 og 60 prosent minni í vár, enn tað plagdi vera og talið viðgerðum í fysioterapi og ergoterapi, minkaði ímillum 60 og 80 prosent afturímóti í 2019.

Ambulanta virksemið á medisinska økinum minkaði ímillum 10 og 35 prosent á teimum trimum sjúkrahúsunum og sama mynstur ger seg galdandi í psykiatriini, har ambulanta virksemið minkaði átta prosent samanborið við 2019.

Í psykiatriini minkaði talið á heimavitjanum í økispsykiatiini, og partvíst eisini í barna- og ungdómspsykiatriini, sløk 80 prosent, men telefonviðtalurnar vuksu sløk 60 prosent.

Ein orsøk til at fleiri viðgerðir vórðu útsettar, var, at fólk aftraðu seg við at fara á sjúkrahús tá ið korona var í hæddini. Ein onnur orsøk var, at útlendskir serlæknar sluppu ikki til Føroyar, antin tí at Føroyar vóru skrásettar sum vandaøki ella at støðan í teirra landi var so ring, at teir mátti verða verandi heima.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at síðani í summar hava sjúkrahúsini spent seg út fyri at fáa bíðilistarnar niður, og eftir teirra sannføring hava øll, sum fingu viðgerður og kanningar útsettar í vár, fingið eina nýggja tíð og tað er eisini teirra sannføring, at mest sum allar kanningarnar, og viðgerðirnar, sum vórðu útsettar, eru framdar síðani.