Tað merkist eisini hjá løgregluni, at samfelagið so at siga liggur lamið, og fólk fyri tað mesta halda seg innandura.
Skeinkistøðini hava latið aftur, og tað merkist hjá løgregluni, sum leygar- og sunnumorgnar ofta hevur nógvar viðmerkingar úr døgnrapportini.
– Náttarlívið merkja vit ikki nógv til, tí har er einki náttarlív. Upp á tann mátan er minni at gera. Tað sigur seg sjálvt, sigur vakthavandi á løgreglustøðini, sum annars eisini vísir á, at avmarkaða ferðslan um morgnarnar eisini merkist hjá løgregluni.
– Ferðslan minkar, og so eru færri ferðsluóhapp. Vit hava onga morgunmeldurtíð í mun til tað, sum tað plagar at vera, og tað merkja vit sjálvandi eisini.
– Alt samfelagið er farið niður í gear, og tað merkja vit væl og virðiliga, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.