Kortini sótu væl

Fótbóltur: Seks spælarar eru tætt við at verða leikbannaðir

Tvær ferðir hevði dómarin gula kortið á lofti yvirfyri føroyskum spælarum. Miðverjarnir Jens Kristian Hansen og Óli Johannesen sóu gult, men saldoin hjá báðum var blonk frammanundan, og tí ber tað til at mynstra somu miðverjuna í annaðkvøld.

Men møguleikin fyri leikbannum økist hvørja ferð, landsliðið spælir, og um spælarar, sum frammanundan hava gult kort, síggja gult í annaðkvøld, so skulu teir sita leikbannið av sær móti Skotlandi. Næsti EM-undankappingardysturin, eftir tann í Aberdeen í annaðkvøld, verður á Svangaskarði grundlógardag, 5. juni 1999, og mótstøðuliðið verður Skotland.

Teir spælararnir, sum ? um teir síggja gult í annaðkvøld ? verða leikbannaðir á heimavølli móti Skotlandi, eru Jens Kristian Hansen, Sámal Joensen, Óli Johannesen og John Petersen. Allan Mørkøre hevur eisini eitt gult kort á kontoini, men hann er ikki við í Skotlandi, og tí er tað heilt víst, at hann kann spæla móti Skotlandi, um hann verður úttikin.jh