Kostar hvørjum arbeiðsmanni 1000 kr

­ Kristian Magnussen hevur sagt, at tørvurin á almannaøkinum er ómettiligur - og at uppfinnsemið fyri at finna fleiri útreiðslur er óendaligt

Við hesum orðum legði framsøgumaður Fólkafloksins, Óli Breckmann til brots. Hann víst á henda óbendiliga tørvin, sum tingmenn hava at nýta fíggjarlógina at »gera gott við«, og hvussu stórar upphæddir júst hetta málið sýr seg um.

­ Her er talan um 11 milliónir pluss 30 milliónir, sum vit í samgonguni vildu brúkt fleiri mánaðir til at fingið til vega, segði hann.

Óli Breckmann hevði fleiri gullkorn, sum hann kundi sitera Kristian Magnussen fyri at hava sagt. Eitt av hesum var, at »?tað stendur fast, at einasta brúkiliga alternativ, sum enn er komið fram, er uppskotið hjá Fólkaflokkinum um eina fólkatrygging«.

Framsøgumaður Fólkafloksins helt, at vit mugu umleggja okkara hugsan um, hvussu vit fíggja slíkt. Hann segði, at hesi uppskot fóru at kosta vanliga arbeiðaranum einar 1.000 krónur um árið.