Kostar um fimm milliónir

Hans Gammeltoft-Hansen metir sjálvur, at hansara arbeiðið fer at kosta løgtinginum um fimm milliónir krónur.

Á tíðindafundinum í samband við framløguna av kanningini um Eysturoyartunnilin, varð Hans Gammeltoft-Hansen spurdur, hvussu høg rokningin, hann fór at senda løgtinginum var.

 

Hann hevði iki neyvað talið, svaraði hann, hann hevði ikki tikið saman um enn, men hann væntaði, at talið fór at liggja um fimm milliónir krónur.

 

Umframt at gjalda lønina hjá Hans Gammeltoft-Hansen, skal løn eisini gjaldast til báðar hjásitarar hansara.

- Eg gav beinanvegin boð um, at mær fór at tørva hjásitarar, tí at eg ikki dugi føroyskt ella kenni føroysk viðurskifti, segði Hans Gammeltoft-Hansen.

 

Harumframt er eitt umfatandi arbeiðið gjørt við týðing gjøgnum alla kanningina, og ikki minst, nú kanningin er skrivað og løgd fram, greiddi kanningarstjórin frá.

 

In.fo spurdi Jógvan Páll Lassen, hjásitara hjá Kára P. Højgaard, hvussu nógv hann og hjásitarin hjá løgmanni fóru at kosta landskassan.

- Einki. Helle Thorning-Schmidt rindar fyri okkum, segði hann. Hann greiddi frá, at tá ein verður ákærdur, hevur ein rætt til at fáa ein verja, og tá ákæra ikki verður reist, rindar antin ákæruvaldið ella dómsvaldið fyri verjan, sum liður í rættartrygdini hjá ákærda. Sum skilst spurdu løgmaður og Kári P. Højgaard um hes viðurskifti, tá kanningin byrjaði, og fingu váttan frá táverandi danska forsætismálaráðharranum, at danski staturin rindaði sakarkostnaðin fyri teir báðar.