Koyr bara bil í kvøld um tað er alneyðugt

Tórshavnar kommuna mælir frá allari óneyðugari koyring í kvøld.

 

Orsøkin er nógvi kavin, og at maskinurnar hjá kommununi mugu sleppa at grava og salta ótarnaðar av aðrari ferðslu, skrivar Tórshavnar kommuna.

 

Tað gjørdist rættigt óskil í ferðsluni í Havn seinnapartin, tá tað fór at kava illa við vátakava. Ferðslan á Ringvegnum og Sundsvegnum, stóð føst í fleiri umførum, so trupult var at koma fram og at sleppa úr býnum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##