Koyra fýra ferðir eftir vegnum um dagin

Plattavirkið í Funningsfirði, koyrir fýra ferðir um dagin við lastbili eftir vegnum Millum Fjarða til Funningsfjarðar. 

Tað upplýsir felagið, sum eigur plattavirkið, fyri Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum. Og tað eru upplýsingar, Fíggjarnevndin hevur fingið, nú teir tríggir løgtingsmenninir, Bill Justinussen, Magnus Rasmussen og Kári P. Højgaard, hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at breiðka vegastrekkið frá Millum Fjarða til Funningsfjarðar. Í hesum sambandi mæla teir Løgtinginum til at játta 15 milliónir krónur til endamálið.

Teir vísa á, at hetta vegastrekkið er undir stórum trýsti, tí ferðslan er nógv økt. Seinasta ferðsluteljingin varð gjørd í 2012, og tá koyrdu 492 bilar eftir vegnum um dagin. 

 

Síðani hevur ferðavinnan verið í stórari menning og ein stóran part av árinum koyra bussar fullir av ferðafólki til Gjáar og Elduvíkar. Men teir vísa á, at síðani 2012 er vinnuvirksemið nógv vaksið og hetta hevur við sær, at stórir lastbilar og trailarar koyra dagliga eftir vegnum. 

 

Vegurin er einsporaður størsta partin av teininum. Persónbilar kunnu illa møtast, meðan stórir bilar als ikki kunnu møtast. Eisini inni í bygdini er vegurin einsporaður og hevur við sær stóran váða fyri børn og vaksin, sum eru til gongu. 

 

Tá ið teir tosa um, at vinnuliga virksemið er nógv økt, hugsa teir mest um plattavirkið og nú hevur virkið so eisini upplýst fyri Løgtinginum, hvussu nógv tey brúka vegastrekkið. Og virkið upplýsir, at í miðal koyra slakir fýra lastbilar eftir vegnum frá Millum Fjarða til Funningsfjarðar um dagin.

 

Hetta vísir ein samanteljing frá plattaverkinum fyri teir 14 mánaðirnar frá 1. Januar í fjør til í februar í ár. Í alt fjør koyrdu 906 lastbilar og treylarar eftir vegastrekkinum í alt fjør, og sum oftast vóru tað tvey, tríggiru um dagin, við onkrum undantøkum, tá ið fleiri bilar koyrdu.

 

Teir mánaðirnir, tá ið mest koyring var, var í oktober í fjør, tá ið 130 lastbilar og treylarar koyrdu eftir vegastrekkinum í sambandi við Plattavirkið og í september í fjør koyrdu 117 bilar.