Koyrdu ímóti ferðsluni og fingu klipp í koyrikortið

- Í kanningunum vórðu átta bilførarar, sum koyrdu ímóti ferðsluni, og teir fingu allir bót og klipp í koyrikortið, sigur løgreglan.

Tað gevur klipp í koyrikortið, um tú koyrir móti ferðsluni á vegi, har koyring bert er loyvd annan vegin.

 

Slíkt kann skjótt gerast lumpið, tá vegarbeiði er og ferðslan, sum áður gekk báðar vegir, nú bara gongur annan veg. 

 

Hinvegin er greitt, at fólk, sum koyra í økinum dagliga, eiga at vita, hvat er galdandi á vegastrekkinum - eisini, tá vegarbeiði er.

 

Soleiðis var løgreglan á Stangavegnum í Klaksvík í gjárkvøldi og kannaði ferðsluna.

 

- Hetta var á einum vegastrekki, har bara einvegis ferðsla er loyvd, nú vegarbeiði er, visti løgreglan at siga í morgun.

 

Løgreglan sigur, at í kanningunum í gjárkvøldið vórðu átta bilførarar, sum koyrdu ímóti ferðsluni, og teir fingu allir bót og klipp í koyrikortið.