Krúnan á samskiftisverkinum

Í dýrdarveðri og við túsundtals áskoðararum varð snórurin til Norðoyatunnilin kliptur leygardagin.
Ein tann størsta broytingin í føroysku samferðsluni nakrantíð var veruleiki, og neyvan var tað ov nógv sagt, at Norðoyatunnilin er krúnan á tí mikla samskiftisverki, sum farið varð undir fyri skjótt hálvari øld síðani, sum løgmaður tók til í røðu síni


Hæddarpunktið stóra tunnilshátíðarhaldinum í Klaksvík um vikuskiftið var sum vera man løtan leygardagin, tá snórurin varð kliptur. Fyri røðararnar Johannes Eidesgaard, løgmann, Bjarna Djurholm, landsstýrismann, Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóra og Bergur í Garði, formann í p/f Norðoyatunlinum var lítil ivi um, at júst røðan í dag var við til ein boða frá eini broyting, sum kanska er at meta sum tann størsta í nýggjari tíð  ikki bara fyri norðoyingar men fyri alt føroya fólk.
Meir samanhald, minni sundurlyndi
Johannes Eidesgaard minti á, at hesin merkisdagurin umboðar enn eitt lið í tí menning, sum tók seg upp fyrst í sekstiárunum, tá Føroya fyrsta berghol varð upplatið.
- Fyri mong var tað til stóra undran, tá farast kundi gjøgnum eitt heilt fjall við bili. Men upp aftur størri var undranin, tá heil bilafylgi hvurvu niður í sundið øðrumegin fyri løtu seinni at koma turrskødd upp aftur hinumegin. Aftur mugu vit ásanna, at mangt broytist á mansins ævi.
Norðoyatunnilin, sum í dag verður upplatin, er ikki bara tann longsti av sínum slag higartil í landi okkara, men eisini ein miðil, ið knýtir okkara ríkasta vinnuøki at miðøkinum. Tað er tí ikki ov nógv sagt, at Norðoyatunnilin er krúnan á tí mikla samskiftisverki, sum farið varð undir fyri skjótt hálvari øld síðani, segði løgmaður.
Kundi betraða sambandið millum oyggjarnar eisini ført til minni sundurlyndi og meira samanhald millum okkum føroyingar, so var nógv vunnið.
- Nú verður Klaksvíkin av álvara næststørsti býur í Føroyum við øllum teimum møguleikum og avbjóðingum, sum tað hevur við sær. Onkur hevur sagt, at í lívinum hjá einum menniskja eigur at vera ein dagur, tá tað - og bara tað - er miðdepil. Tað sama kann verða sagt um eina oyggj ella ein landspart. Norðoyingar  hetta er fyrst og fremst tykkara stóri dagur! Og vit øll fegnast saman við tykkum, segði løgmaður.
Steðga ikki her
Í røðu síni mintist Bjarni Djurholm millum annað aftur á, tá hann 10. desember 2002 helt røðu í sambandi við, at fyrsti undirsjóvartunnilin í Føroyum varð tikin í í nýtslu.
- Hóast fyrireikingarnar tá vóru byrjaðar uppá henda undirsjóvartunnil, vardi tað meg ikki, at vit longu minni enn trý og eitt hálvt ár seinni skuldi standa her í sambandi við, at fasta sambandið millum Norðoyggjar og Eysturoynna skuldi takast í nýtslu.
- Sum vinnumálaráðharri má eg bara staðfesta, at vinnuligi týdningurin av einum góðum infrastrukturi ikki kann yvirmetast, og eg eri sera spentur uppá at síggja, hvussu Norðoyggjar, og kanska serliga Klaksvík, fer at mennast komandi árini.
- Vit eiga tó ikki at steðga her. Vit eiga alsamt at stremba eftir at fremja verkætlanir, sum gera okkum ríkari sum samfelag og betri fyri í altjóða kappingini. Vit skulu ikki vera bangin fyri at gera stórar íløgur, tá tær eru skilagóðar, so vit við teimum kunnu avlevera Føroyar sum eitt land við størri møguleikum til okkara eftirkomarar.
Ferjumanningar ikki gloymdar
- Vit standa í dag á einum vegamóti, helt Bjarni Djurholm fram, har vit siga farvæl við gomlu sjóvegis farleiðina um fjørðin, og bjóða nýggju farleiðini vælkomnari. Nú verður tað hvørki ferðaætlan ella veðurvánir, sum longur fara at gera av nær vit ferðast. Dyrnar eru í dag víðopnar til umheimin, til avbjóðingarnar og møguleikarnar.
Í øllum hátíðarrúsinum kundi verið skjótt at gloymt tað arbeiðið, ið hóast alt hevur verið lagt í at fáa fólk og bilar trygt yvir um Lervíksfjørð øll hesi árini. Men eisini manningarnar á ferjunum fingu eina heilsan og tøkk frá landsstýrismanninum.
- Eg rokni við, at allir norðoyingar taka undir við mær, tá eg fari at senda eina serstaka tøkk til manningina umborð á teimum skipum, sum hava røkt farleiðina um Leirvíksfjørð. Sum landsstýrismaður havi eg bara hoyrt gott um tykkara innsats, bæði árla og síðla, og um tær hugnaligu løturnar, sum fólk hava haft umborð. Tit kunnu vera vísir í, at orsøkin til, at man er farin undir hesa verkætlan ikki er ónøgd við tykkara arbeiði, tvørturímóti, segði Bjarni Djurholm.
Áheitan á landsmynduleikar
Steinbjørn O. Jacobsen, minti á, at stóra broytingin, Norðoyatunnilin fer at hava við sær, ikki fer at henda so við og við
- Nei, hon hendir her og nú, í dag  ein kollvelting, sum veruliga flytir mørk og broytir umstøður og fyritreytir. Ikki minst ger hetta seg galdandi okkara megin Leirvíksfjørð, men eisini Eysturoyarmegin fjørðin fer tann nýggja farleiðin undir fjørðin at flyta mørk og skapa nýggj atferðarmynstur og við teimum eisini nýggjar møguleikar.
- At vera størsti býur í norðurøkinum er í sjálvum sær ein stór styrki og grundarlag fyri menning  eisini nú fast vegasamband verður til og úr Klaksvík.
Tað er tí heilt nátúrligt, at Klaksvík hevur sín lut í lands-almennum stovnum, eisini nú eftir at fasta vega-sambandið er veruleiki. Eg vil nýta hetta høvið at heita á okkara landspolitikarar um at hava hetta í huga og virða Klaksvík, tá arbeitt verður við almennum stovnum.
- Vón og mið okkara í Klaksvíkar Býráð er, at hesin framburður eisini skal falla býi og øki okkara í lut, samstundis sum at vit í Norðoyggjum skulu duga at síggja teir møguleikar sum liggja í breiðari samstørvum, til frama fyri landið alt, uttan at vit tó sum lokaløki missa okkum sjálvi burtur men framhaldandi verða ein sterkur samansjóðaður landspartur, sum framhaldandi fer at skapa virðir til frama fyri land og fólk okkara, segði Steinbjørn O. Jacobsen.
200.000 til RFF
Heldur ikki Bergur í Garði, formaður í P/F Norðoyatunlinum ivaðist í, at løtan var ein av teimum stóru  hendingum í føroyskari samferðslusøgu.
- Tey yngru, hava ofta lyndi til at taka ta menning, ið er farin fram  á samferðsluøkinum seinastu 3040 árini, meir ella minni sum eina sjálvfylgju. Hava, um eg má siga tað soleiðis, fingið hana inn við móðurmjólkini. Vit lata okkum ikki imponerera, helt Bergur fyri og heler fram
- Fyri góðum 2 árum síðan varð fyrsta skotið Borðoyamegin latið av. Tað var millum aðrar Eliesar Sørensen, sáli, sum  tann dagin var við at trýsta á knøttin. Hetta gjørdi hann, sum  umboð fyri eitt ættarlið undan okkum, føddur beint eftir næstseinasta aldarskifti, har fjøll, firðir og sund  avmarkaðu samskifti og samferðsluna millum oyggjar og millum bygdir.
-Eg haldi, at eg loyvi mær at minna okkum yngri á, at tað vóru hesi sum løgdu grundalagið undir tí vælferðarsamfelag vit hava í dag. Tær stóru útbyggingar, ið eru framdar á samferðsluøkinum er sjálvandi partur av hesum vælferðarsamfelagi. Tøkk havi tit fyri tað.
- Fyri okkum, ið hava havt ábyrgdina av hesi stóru verkætlan, hevur trygdin hjá teimum sum hava havt sítt dagliga arbeiði í tunlinum havt hægstu raðfesting. Nú Norðoyatunnilin verður latin upp fyri ferðslu, er tað okkara vón og okkara áheitan, at vit sum fara at nýta tunnilin, eisini koma at seta trygdina í hásæti.
- Partafelagið Norðoyatunnilin ynskir, nú tunnilin verður tikin í nýtslu, at heiðra tí arbeiði, ið gjørt verður, at bøta um  ferðslutrygdina og ferðslumentanina  - serliga hjá okkara ungdómi, segði Bergur og boðaði samstundis frá, at Nevndin fyri Norðoyartunnilin tí hevði avgjørt, at veita Ráðnum fyri Ferðslutrygd eina peningagávu stóra 200.000 kr. til hetta arbeiðið.