Krúnborg fer ongan veg

Petur Jacobsen, reiðari, avsannar blankt leysasøgurnar um útlendska kappbjóðan upp á Krúnborg. Hetta hóast leysasøgurnar áhaldandi tosa um ørandi millióna-upphæddir

Krúnborg

Leysasøgurnar um eina møguliga sølu av Krúnborg hava verið alsamt títtari og harðmæltari seinastu tíðina. Frá fleiri keldum hevur ljóðað, at norsk, íslendsk og kinesisk handilskartel eru til reiðar at leggja mest sum ørandi upphæddir á borðið, fyri at fáa fatur á krúndiamantinum í Eileri Jacobsen og synunum. Men sjálvir siga eigararnir, at hesar søgur eru tiknar úr leysum lofti.
- Tað hava sjálvandi verið fyrispurningar av og á, men ítøkiliga eru eingi boð komin, sigur Petur Jacobsen, sum er annar av stjórunum í P/F Krúnborg.
- Vit hava í øllum førum ikki sjálvir nakran áhuga í at selja. Vit høvdu eitt keðiligt bein, sum nú er sagað burtur, og tað virksemi, sum nú er í felagnum, er avgjørt ikki nakað, sum vit vilja sleppa okkum av við. Vit eru jú ikki meira enn 30-40 ára gamlir, so ein søla er á ongan hátt tað, sum stendur fremst í huganum, staðfestir hann við tilvísing til Sólborg, sum ikki longur er í felagnum.
Men eru søgurnar sannar, eru fleiri hundrað milliónir, sum tit kunnu skora, um tit selja. Er ein søla ikki lokkandi, um talan verður um slíkar upphæddir?
- Sjálvandi hevur alt sín prís. Stóð onkur í túninum hjá mær og beyð fimm milliónir fyri húsini, so hevði eg heilt víst selt, men tað boðið havi eg so ikki fingið enn, hálvgum flennir hann.

Gull vert
Hóast avsannina av søguni, so er einki løgið í, um útlendskir íleggjarar hava sýnt Krúnborg stóran áhuga.
Verður sæð burtur frá árinum í fjør, har Sólborg í stóran mun ávirkaði raksturin negativt, so er talan á pappírinum um eina sera sunna og sterka fyritøku.
Higartil hevur felagið so ikki havt nakrar trupulleikar yvirhøvur, tá stóra skuldin í Krúnborg skal forrentast, og við metlágu rentuni, sum er galdandi í fíggjarheiminum í dag, kunnu tær 15 milliónirnar, sum ársúrslitið hevur ligið um, forrentað heilt stórar keypsupphæddir.
Enn hava handlar av hesum slag ikki verið gjøgnumførdir í Føroyum seinastu tíðina. Men verður hugt at eitt nú handlunum við Vesturvón og JFK, so er einki at ivast í, at handilsvirði á nótakvotunum hjá Krúnborg liggur á teirri heilt stuttligu síðuni av teimum hundrað milliónunum. Og sambært teimum tølum, sum vórðu nevnd frá íslendskum keldum ta ferðina, so verður fremsta talið kanska ikki nakað eitt-tal.

Fakta
P/F Krúnborg
tkr.2004200320022001
Bruttovinningur24.44042.80756.28248.956
Ársúrslit-1.64212.80620.00916.112
Ogn íalt167.981152.662149.521130.140
Eginpeningur80.99182.63369.82749.817
Eginpeningsavkast-3183639
Ognaravkast1122019
Soliditetur48544738

Ognarviðurskifti
P/F Ísborg eigur allan partapeningin í P/F Krúnborg
Høvuðspartaeigarar í P/F Ísborg eru Eiler Jacobsen, Sámal Jacobsen, Petur Jacobsen og Eiler Jacobsen (yngri).