Kreml sigur, at tey høvdu ikki skyldu at siga USA frá um uppskjótingina, men at tey gjørdu tað kortini. Tað eru ikki smávegis oyðingarrakettir, sum Russland brúkar í Ukraina í hesum døgum

Kreml segði USA frá um rakettina

Stutt eftir uppskjótingina helt Ukraina upp á, at Russland hevði sent eina langtberandi ballistiska rakett, nevnd ICBM, eftir ukrainskum málum

Kreml sigur, at tey høvdu ikki skyldu at siga USA frá um uppskjótingina, men at tey gjørdu tað kortini. Tað eru ikki smávegis oyðingarrakettir, sum Russland brúkar í Ukraina í hesum døgum

Tíðindastovan Reuters veit at siga, at Kreml boðaði USA frá stóru rakettini, sum varð skotin eftir málum í Ukraina í vikuni.

 

Sambært tíðindastovuni fekk USA boðini ein hálvan tíma, áðrenn russiska rakettin varð skotin upp.

 

Kreml sigur, at tey høvdu ikki skyldu at siga USA frá um uppskjótingina, men at tey gjørdu tað kortini.

 

Ymiskt hevur verið sagt um, hvat slag rakettin var.

 

Stutt eftir uppskjótingina helt Ukraina upp á, at Russland hevði sent eina langtberandi ballistiska rakett, nevnd ICBM, avstað.

 

Men, Reuters veit at siga, at talan var um eina miðberandi rakett av slagnum, IRBM.

 

Sagt verður, at USA hevur ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini úr Kreml um, at boðað varð frá uppskjótingini av nýggju rakettini.

 

Kreml sigur, at tey høvdu ikki skyldu at siga USA frá um uppskjótingina, men at tey gjørdu tað kortini. Tað eru ikki smávegis oyðingarrakettir, sum Russland brúkar í Ukraina í hesum døgum