Sambært Kreml-talsmanninum, Dmitry Peskov, fara samarøðurnar millum Ukraina og USA um kríggið í Ukraina at halda fram, og talsmaðurin sigur, at russiska kravið um at fáa alt Donbas-økið í Ukraina standa við.
Dmitry Peskov lýsir samrøðurnar millum umboð fyri USA, Ukraina og Russland, sum um vikuskiftið vóru í Sameindu Arabisku Emiratunum, sum konstruktivar.
- Tað skal ikki vera nakað dulsmál, at kravið hjá forsetanum, Vladimir Putin, framvegis er ræðið yvir øllum Donbas-økinum, sigur Kreml-talsmaðurin við russisku tíðindastovuna Tass í morgun, og tað er Verdens Gang, sum endurgevur.
Sonevnda Anchorage-avtalan, sum Dmitry Peskov vísir til, er avtalan, sum amerikanski forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin, umrøddu á toppfundinum í Alaska í august í ár.
Tað vita vælvitandi keldur, sum hava tætt tilknýti til Kreml, at siga fyri tíðindastovuni, Reuters.
##med2##
Avtalan merkir, at Ukraina skal lata Russlandi Donbas-økið og síðan skal hermótið, sum er millum stríðandi partarnar, frystast sum nýtt landamark millum londini.
Russiska tíðindastovan Ria væntar, at nýggjar samráðingar verða aftur millum partarnar um nakrar fáar dagar.
AFP-tíðindastovan veit eisini at siga, at samrøðurnar fara at halda fram í Sameindu Arabisku Emiratunum, og at tær helst verða tiknar uppaftur hin 1. februar, sum er sunnudagin komandi.
Í seinnu hálvu av februar verða fýra ár liðin, síðan Russland leyp á Ukraina.











