Tað er kreppa í argentinsku landsliðsleguni, sum er til HM-endaspælið í Russlandi. Liðið hevur bara eitt stig, sum kom móti Íslandi. Kritikkurin helgar omanyvir venjaran, Jorge Sampaoli, sum nú sigst hava mist maktina í hópinum.
Argentinskir miðlar siga frá HM vinnaranum í 1986, Ricardo Giusti, at hann hevur verið tosað við forsetan í argentinska fótbóltsamabndinum, somuleiðis ein HM 1986 vinnari, Jorge Burruchaga. Boðini eru, at landsliðsvenjarin hevur mist maktina í hópinum, og at royndir spælarar sum Lionel Messi og Javier Mascherano, verður spurdir um uppstillingina til komandi dyst.
Tað hevur ljóðað síðani 3-0 tapið fyri Koratia, at Argentina møguliga fór at koyra venjaran í sjálvum HM-endaspælinum. Tað verður fyribils av ongum, men hann hevur ikki maktina yvir hópinum longur. Argentina skal vinna móti Nigeria í seinasta umfarinum í bólkaspælinum, meðan úrslitið í hinum dystinum skal koppaa teirra veg, fyri at standa sterkari enn Ísland í samlaðu støðuni.
Støðan bólkur D:
1. Kroatia 6 (stig)
2. Nigeria 3
3. Ísland 1
4. Argentina 1