Fíggjarkreppan hevur sent danskan hondbólt í koma. Tað skrivar danska Ekstra-Blaðið. Blaðið skrivar, at í løtuni er triði hvør spælari í bestu donsku hondbóltsrøðini til sølu, og at tað helst eru á leið 60 spælarar, sum ikki hava nakran sáttmála, tá farið verður undir næsta kappingarár. Í Århus er ein bjarging funnin hjá GF, meðan sigursvanda GOG á Fjóni enn leitar eftir pengum, sum kunnu bjarga felagnum.